Løkke vil skatta vinning av húsasølu

Í morgin kemur út nýggj bók, sum Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark hevur skrivað.

 

Í bókini avdúkar Lars Løkke Rasmussen, at hann hevur broytt politikkin eitt sindur frá tí, at hann var forsætisráðharri fyri Vinstra.

Tað skrivar Politiken.

Lars Løkke Rasmussen, sum á nýggjárinum meldaði seg úr Vinstra, hevur stovnað flokkin Moderaterne, og hann skrivar eitt nú, at vinningur, sum fólk hava fingið við sethúsasølu, skal skattast.

Hinvegin skal ognarskatturin, sum tey sum eiga sethús rinda í Danmark, skal strikast.

Bókin eitur »Ud af det blå« og kemur út í morgin.