Lønin hjá tingfólki er ikki nóg góð

Fleiri tingfólk halda, at lønin ikki er nóg góð, og at tey eiga at fáa endurgjald fyri at missa gullarandaðu pensjónina

Orðaskiftið um løn- og eftirlønina hjá tingfólkum, sum hevur verið í løgtinginum í morgun, er nú endað. 

Sambært uppskotinum, so skal lønin hjá tingfólki ikki hækka 6.684,70 krónur um mánaðin afturfyri, at tey missa gullrandaðu eftirlønina, soleiðis sum arbeiðsbólkur hevur skotið upp.

Tað eru tey trý í formansskapinum í Løgtinginum, Bjørt Samuelsen, Jóhannus Joensen og Johan Dahl, sum hava lagt uppskotið fyri tingið.

Fleiri fólk úr andstøðuni funnust at teimum, tí at tey hava tikið lønarlyftið hjá tingfólki upp á slakar 6.700 krónur um mánaðin burtur úr uppskotinum, sum arbeiðsbólkurin gjørdi. 

Johan Dahl úr Sambandsflokkinum vísti á, at 18 prosent á arbeiðsmarkanðinum tjena meira enn tingfólk, og at tað er ein trupulleiki, at nógv fólk vilja ikki stilla upp til løgtingið, tí at tey tjena for lítið.

Fleiri tingfólk vístu á, at tey mugu ikki tosa tingarbeiðið niður, at lata tað hava tað tign, sum tað hevur uppiborið.

Tað tykist tó at vera semja um, at gullrandaða pensjónsskipanin hjá tingfólki skal takast av. Eingin sum tók orðið í Løgtinginum tosaði ímóti tí. Men tað eru nógv tingfólk sum halda, at lønin eigur at hækka afturfyri at gullrandaða pensjónin verður tikin av.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur spurdi, um Løgtingið so eisini fór at lækka lønirnar hjá løgtingsforkvinnuni, løgmanni og landsstýrisfólki, tá tey nú ikki vilja hækka lønirnar hjá tingfólki.

Málið er nú farið í eina grein 25 nevnd við umboðum úr øllum flokkum, sum skal skriva álit at leggja fyri tingið aftur.