Lønirnar í byggivinnuni og fiskivinnuni minka

Lønargjaldingar í almennari og privatari tænastu vaksa

Fyrra hálvár í ár vóru knappar 5,2 milliardir krónur útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 140 milliónir ella 2,8% meira enn fyrra hálvár í fjør. Samanborið við fyrra hálvár fyri tveimum árum síðani er vøksturin 5,4%.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

 

Samanborið við somu tíð í fjør vuksu lønirnar innan bólkin »almenn og aðrar tænastur« við 7,8 prosentum og lønir í »privatari tænastuvinna« við 8,5 prosentum.

 

Hinvegin minkaðu lønargjaldingarnar í »byggivinni og aðrari tilvirking« við 3,5 prosentum og í »fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu« við 8,4 prosentum.

 

Minkingin í lønargjaldinum fyrra hálvári samanborið við fyrra hálvár í fjør vóru slakar 30 milliónir krónur í byggivinnuni og umleið 85 milliónir krónur í fiskivinnuni.