Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið fer í søguna sum eitt hendingarríkt ár. Klaksvíkar býráð hevur sett spakan í tvær týðandi verkætlanir, sum eg eri sannførdur um fer at broyta Klaksvíkar kommunu munandi. Ein nýggjur miðbýur og ein nýggjur samanlagdur skúli fara at samansjóða borgararnar í komandi tíðum.
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Men, hvat minnist borgarstjórin so best frá 2014?
- Tað, eg minnist best, var løtan, tá tað var greitt, at Bústaðir, LÍV, BankNordik, Christian í Grótinum og Heilsutrygd í felag valdu at gerast partur av miðbýarverkætlanini hjá kommununi. Tað verður ein løta, sum eg fari at minnast alt lívið. Hvørt einstakt felag hevur týdning fyri, at verkætlanin kann gerast veruleiki. Hetta verður grundarlagið, ið miðbýurin skal byggjast á, og síggi eg fyri mær, at hetta kemur at broyta býin grundleggjandi.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Tá tú røkir eitt slíkt embæti, sum eg geri nú, lærir tú skjótt, at tíðin er avmarkað til alt annað enn arbeiði. Tí gerst tú eisini enn meiri glaður fyri løturnar saman við dóttrini. Summartúrurin til Danmarkar var eitt hæddarpunkt fyri familjuna og ein stór uppliving.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- At gloyma loysir ongar trupulleikar. Tingini eru, sum tey eru, og ofta kunnu vit læra mest av tí, vit kanska ynskja at gloyma.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Síðan vakstrarætlanin varð sett í verk, er fólkatalið í kommununi vaksið seinastu árini. Eg vóni, at hesin vøkstur fer at halda fram í 2015. Vit nærkast aftur teimum 5000 borgarunum, og tað hevði verið ein týðandi varði á leiðini móti einari sterkari kommunu, har fólk trívast, sigur Jógvan Skorheim.