Løtan um midnáttarleitið er hátíðarlig og stórsligin

- Eg dvølji sjáldan við keðiligar upplivingar, men nú vit hava arbeitt við fyrireikingunum til nýggjárshaldið, er eitt stórt tómrúm, sigur Dennis Holm, sum gleðir seg til stóra nýggjárshaldið í Vági í kvøld.

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Sum vágbingur verður nýggjárið sjálvsagt hildið í Vági - og sum vant haldi eg nýggjár saman við familjuni. Vit brenna bál saman við vinum og kenningum í grannalagnum seint seinnapartin, og síðan eta vit í familjuni ein betri bita.

 

Tað sigur Dennis Holm.

 

Hann vísir á, at nakað fyri midnátt gongur leiðin oman á Tríkantin á Sandinum, sum er miðdepilin fyri stóra og minniliga nýggjárshaldinum í Vági.

 

- Løtan um midnáttarleitið við faklagongu gjøgnum býin, dreka-skrýddum báti á Tríkantinum, sálminum "Tíðin rennur sum streymur í á", báli og stórum fýrverksshowi er hátíðarlig og stórsligin - og eisini ein hábærslig gonga frá gamla árinum inn í tað nýggja, har vit takka fyri árið, ið fór, og ynskja hvørjum øðrum gott nýggjár. 

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2021? 

 

Árið, ið fór, hevði nógvar góðar og hendingaríkar løtur sama við familjuni - ikki minst, tá vit øll ferðaðust saman í egnum landi, sum vit gera hvørt ár. Tíðin í fólkaskúlanum er nakað serligt, eisini fyri okkum foreldur, og í juni bleiv elsti sonurin liðugur við fólkaskúlan, meðan yngsti sonur byrjaði í 1. flokki í august. 

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Eg dvølji sjáldan við keðiligar upplivingar, men nú vit hava arbeitt við fyrireikingunum til nýggjárshaldið, so er eitt stórt tómrúm, eftir at býarmyndin og vinmaðurin, Hans í Líðini, sum so brádliga andaðist tíðliga í summar. 

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2022? 

 

- Eg havi góðar vónir til komandi ár. Eri spentur til várið, tá Ronja, dótturin, verður fermd, og eg gleði meg til aftur at sleppa njóta summarløturnar uttanlands saman við familjuni - nakað, sum vit øll hava saknað í hesum covid-19-tíðum.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Nei, eg gevi ikki nýggjárslyfti, sigur Dennis Holm.