Tiðliga í morgun hava loftávaringar verð um alt Ukraina, eftir at ukrainska loftverjan hevði staðfeest, at fleiri russisk bumbuflogfør vóru farin á flog av einari russiskari herstøð.
- Vit hava staðfest, at fleiri Tu-95 flogfør eru farin á flog av Olenja-flogvøllinum, skrivaði ukrainska loftverjan á Telegram tíðliga í morgun.
Olenja-flogvøllinum liggur í Murmansk-regiónini.
Ukrainska loftverjan visti eisini at siga, at rakettir vóru á veg móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Seinni segði borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sambært Reuters, at loftverjuskipanir í býnum royndu at berja niður eitt russiskt loftálop.
Í morgun upplýsir hernaðarumsitingin í Kyiv, at allar russisku rakettirnar, sum vóru á veg móti ukrainska høvuðsstaðnum, eru skotnar niður.
Eingi fólk, ei heldur bygningar, eru rakt í russisku álopunum á Kyiv í morgun, eru fyribils útsagnirnar úr býnum.
Borgarstjórin í býnum, Lviv, har vesturi í Ukraina, sigur, at býurin er raktur í russisku álopunum í nátt, men í løtuni er einki frætt um, at nakar hevur latið lív ella hevur fingið løstir í álopinum.
- Men, vindeygu í fleiri bygningum eru farin í knús, leggur borgarstjórin aftrat.
Sambært útlendskum miðlum í morgun hava fleiri spreinginar eisini verið í býnum, Zaporizhzhia og Dnipro.