Lofting ella vit og skil

Oddagrein:

Er málið um almennan partapening til Smyril Line eitt afturstig til gamla loftingarpolitikkin frá áttatiárunum, ella er talan um vanligt vit og skil? Hesir eru tveir áhugaverdir spurningar í sambandi við aktuella málið um Smyril Line. Men her eru eisini aðrir týðandi men kanska ikki eins principiellir spurningar, sum vit venda aftur til.

 

Tað kann uttan víðari staðfestast, at tað eru tingmenn sjálvir, ið gera av, um almenna bjargingin av partafelagnum Smyril Line skal gerast eitt fyrsta stig inn á eina glíðibreyt við eini røð av bjargingum. Vandi er fyri hesum, tí tað er lætt at finna góðar grundir fyri at bjarga øðrum fyritøkum við. Arbeiðsloysi, tørvur á økismenning, stór tap hjá peningastovnum og einstaklignum – røðin er stór og trýstið frá veljarum, økjum og sterkum felagskapum og fyritøkum kann skjótt gerast næstan ómenniskjansligt fyri tann einstaka ting- og og landsstýrislimin.

 

Í fíggjarkreppuni, sum leikaði á fyri stuttum, upplivdi heimurin, at borgarligar ella neoliberalistiskar stjórnir í hópatali viku frá sínum mest grundleggjandi princippum og fóru inn í hóttar fyritøkur, mest peningastovnar og bjargaðu hesum við skattgjaldarans peningi. Hesar hendingar vísa, at tað kunnu stinga seg upp umstøður, ið gera, at sjálvt hin mest princippfasti og steinrunni liberalistur noyðist at ásanna tað, sum Keynes fekk Roosevelt at ásanna, nevniliga at undir ávísum og givnum umstøðum er tað bert staturin, sum kann bjarga vandastøðu undan at gerast enn verri – at samfelagið missir meir fyri minni.

 

Hetta krevur nakrar heilt ávísar forteytir. Í dagsins samfelag kunnu hesar vera eitt nú nakrar sera óhepnar samfelagsligar og politiskar avleiðingar, um ein stjórn bert letur standa til. Tað man vera breið semja um, at hesar fortreytir vóru til staðar, tá almennu Føroyar á sinni bjargaðu Atlantsflog og Norrønu. Men eru slíkar fortreytir galdandi í dag? Svarið er alt annað enn einfalt. Tekur ein viðmerkingarnar hjá kappingarneytunum og politisku støðuna hjá teimum flokkum og tinglimum, ið er ímóti almennu uppíløguna, so má ásannast, at nógv talar ímóti bjarging. Tað, sum ikki kann standa má falla, soleiðis eru dagsins marknaðartreytir. Alt annað leiðir út á glíðibreyt.

 

Hóast nógv talar ímóti bjargingini, so halda vit tó, at meira talar fyri. Smyril Line er sermerkt. Er Norrøna farin sín seinasta túr, verða fylgjurnar fyri ferðavinnu, know how, útflutning og landafrøðiligu støðu okkara so ógvusligar, at tað fer at taka ár, um ikki ártíggjur at bøta skaðarnar aftur. Tað er helst rætt, at onnur kunnu klára vøruflutningin, men hvørja vissu hava vit fyri, at hesir møguleikar standa við? Hvat við ferðafólkaflutninginum? Fer Norrøna, fer okkara trúvirði sum ferðamál sama veg og við tí allir teir møguleikar, sum ferðavinnan gevur. Tað er tí meira, sum talar fyri bjarging enn ímóti, men bindast má væl og virðiliga um allar heilar fingrar.

 

Spurningurin um verandi Norrøna er tað rætta skipið er so eitt annað mál aftur. Her mugu leiðsla og nevnd møguliga til at endurskoða tingini út frá tí rutupakka, ið nú verður settur út í kortið.