Loftrúmið og havøkið eru av veldugum týdningi fyri Føroyar

Hergeir Nielsen
-----




Ein nýggjur maritimur motorvegur hevur nú ligið opin á triðja ári, og hann gongur úr Asia og beint í føroyskan sjógv

46 tanga- og turrlastskip, tey flestu hjá Nordic Bulk Carriers, sigldu í fjør úr Norðureuropa til Asia, og sama vegin heimaftur.

Túrurin umvegis gomlu Suezkanalina tók 44 dagar; hann er nú styttur við 40% og tekur bert 26 dagar, og stórsti búskapurin i Asia, Korea, hevur fingið stóran áhuga fyri hesi munandi bíligari og skjótari leiðini.

Ísurin er eisini bránaður burtur vestureftir í Arktiska økinum, og hevur hetta kollveltandi týdning fyri búskapin í skipaferðsluni, bæði eystur- og vestureftir.

Annanhvønn dag er eitt 100-200.000 tons stórt tangaskip í føroyskum sjógvi, og alt bendir á, at skipaferðslan millum Atlantshavið og Stillahavið bara økist umvegis útnyrðings- og landnyrðingsleiðirnar, samstundis sum hon minkar umvegis Suez- og Panamakanalina.

Føroyskur sjógvur er tí komin í fokus, og útheimurin hevur givið hesum ans, tó ikki bara fyri tað góða.

Sagt verður uttaneftir, at føroyskt sjó- og havøki verður roknað sum eitt stórt svart hol, hvat trygd og tilbúgving viðvíkur, og lítið bendir á, at vit gera nakað við tað, fyrr enn vit verða noydd til tað.

Meðan Noregi hevur sera gott eftirlit við siglingini í norskum sjógvi, liggur tann sárbæra økoskipanin í Arktis og í økinum sunnanfyri, í Norðurhøvum, púra opin og nakin, og einki eftirlit er við nøkrum hesum viðvíkjandi.

Hóast vit ikki enn hava funnið olju á føroyska landgrunninum, so er skipaferðslan í føroyskum sjógvi nógv økt, og merkir hetta ma., at vit fáa størri og størri ábyrgd av teirri tilbúgving, ið eigur at vera skipað her um okkara leiðir.

At støkka undan ábyrgdini er lítið dámligt, men tað er so tað vit gera.

Føroyska lofthavinum síggjast vit heldur ongan áhuga hava fyri, og eisini her eru tað grannalondini, sum stjórna og - inntøkuføra – virksemi á hesum øki.

Handalagið at stjórna føroyska samfelagnum sæst vera ov vánaligt, og líkasælan er ov stór, bæði sjóvegis og loftvegis, har vit eisini støkka undan ábyrgdini og missa inntøkurnar, tá tær eru komnar inn um stokkin.

Lítarligt er tað í forhond, at landsstýrið ikki megnar at útvega fiskivinnusamfelagnum Føroyum eitt havrannsóknarskip, og eins lítarligt og ússaligt er tað, at eingi framtøk hómast fyri trygd á sjónum á tí velduga havøki, føroyingar hava fingið í vøggugávu og sum stórstu sjálvfylgju eiga at umsita saman við lofthavinum.

Inserat 1
Ein tangabátur á 100-200 túsund tons er dagliga at síggja í føroyskum sjógvi

Føroyar kunna, eins og Ongland hevur gjørt tað, taka seg saman við reiðaríum, tryggingar- og oljufeløgum og at skipa eina tilbúgving, so at møguligar vanlukkur ikki koma at oyða alt lív kring oyggjarnar, um illa vil til.

Til ber sjálvandi at dusa sær í, at grannarnir rætta eina hond, um illa vil til, men tað er so eisini ein skipan, ið skal venda báðar vegir. Føroyska sjóøkið er ájavnt Italia í vídd, so her er vítt um at fara.

Hendir ein vanlukka, har eitt tangaskip missir róðurkraftina, fer at leka og at reka fyri vág og vind, kann talan gerast um ta heilt stóru vanlukkuna.

Havandi í huga, hvussu langt er eftir á mál við havrannsóknarskipinum, er vert at geva gætur, at enn longri er á mál við einum serútgjørdum bjargingarskipi við nóg stórari tóvmegi, ið kann bøta um ringastu vansarnar av eini størri vanlukku.

Neyðugt og rímiligt krav er tí, at oljufeløg, tryggingar, og reiðarí, sum starvast úti á opnum havi á Norðatlantsmótinum sjálvi átaka sær fíggingina av eini tilbúgving, um tey annars skulu fáa loyvi til at virka úti á opnum havi, har vandin er so stórur, sum hann veruliga er.

Hóast vit hava alt gott at bera okkara lutfalsliga smáu feløgum, ið virka innan frálandavinnu og oljuleiting, so kenna vit eisini ræðusøgurnar úr tilafturskomnum londum um eftirburðin av oljuíðnaðinum, tá hann hevur ruddað sær ræsir og sópa sær vinningin til høldar.

Vit eiga sjálvsagt ikki at góðtaka møguleikan fyri, at náttúran her um okkara leiðir verður eitrað av eini ella fleiri størri náttúruvanlukkum, har kapitalurin, so sum rættiliga vanligt hevur verið aðrastaðni, sleppur undan at rudda upp eftir sær sjálvum.

Grannarnir fyri sunnan í Hetlandi sleptu trygdini í fyrsta umfari, men eru nú vorðnir klókari og byggja nú borð fyri báru, og útvega sær enn ein sleipibát til endamálið.

Íslendingar, sum nú eisini leita eftir olju á Drekaleiðini eystur úr Íslandi, hava eisini útvega sær ein bát til at basa størri vanlukkum við.

Spurningurin um hvat hendir, um vit finna olju, er svaraður. Oljan er funnin, um enn ikki í føroyskum øki so kortini so mikið nær, at alstórur aktivitetur longu hevur tikið seg upp, eisini her um okkara leiðir.

Stórar avbjóðingar liggja í at halda fleiri sáttmálar um trygd á sjónum, og ein pínligur veruleiki er tað, at vit eru líka so vánalig at halda altjóða sáttmálar, sum vit eru ófør til at gera teir.

+ Inserat 2
Føroyskir myndugleikar hava onga neyva mynd av, hvussu nógv skip sigla í føroyskum sjógvi, men rokna eftir hagtølum úr øðrum londum, verður roknað við, at einir 200 størri lastaðir tangabátar sigla í føroyskum búskaparøki um árið.

So sum tað er umrøtt frammanfyri er ein orsøkin til økjandi skipaferðsluna, at tað er av alstórum tíðar-, kostnaðar- og umhvørvistýdningi, at skipini stytta stytta sær farleiðirnar við upp móti 40%, um tey velja norðaru leiðirnar heldur enn Panama- ella Suezleiðina.

Stórt altjóða fokus er tí sett á stýring, jurisdiktión, altjóða sjó- og havrætt, havnaløg, trygging, bjarging, ábyrgd, dálking og skyldur viðvíkjandi ábyrgd og endurgjaldskyldum tá og um óhapp henda.

Ein vansin við hesi skipaferðslu er, at skipini eru ikki bygd til sigling í norður- og arktiskum øki, og er tað tí so mikið meiri umráðandi, at tilbúgvingarskipanin á hesum leiðum er optimal.

Havast skal í huga, at talan er um sera viðbrekin náttúrulívfrøðilig øki, ið hava mestu og best møguligu verju fyri neyðini. Búsetingarmynstrið í norður- og arktisku høvunum, Føroyum, Íslandi, Grønlandi, og fleiri av teimum smáu samfeløgunum í Alaska, Kanada og Norðurnoregi eru harafturat grundaði á burðardygga veiðu eftir fiski og súgdjórum.

Tey størru ferðamannaskipini kunna í stóran mun frávelja norður- og arktisku høvini, um tey ikki kenna seg trygg við støðuna, so sum hon er, meðan ráevnisvinnan noyðist at virka í økinum, har hon er staðsett.

Talan er tíverri ikki um ræðumyndir, men um ítøkiliga vitan á økinum.

Russiskir tangabátar ávegis til Evropa hava rímiligar tilbúgvingartreytir í norskum sjógvi, men, tá teir sigla til amerikanska marknaðin, er ovurstórur vandi á ferð í ódnarveðri í føroyskum og íslendskum sjógvi við ongari tøkari bjargingartrygd til eitt nú ein uppstøðgaðan tangabát.

+ inserat 3 – at ramma inn

Heimshøvini eru rakt av ótaldum dálkingarvanlukkum, har strendurnar eru illa farnar, har stórir oljuklumpar søkka og als ikki hvørva aftur í okkara tíð.

Ovurstórar nøgdir av olju frá hesum vanlukkum eru ongantíð tiknar uppaftur. Tað sum flýtur dampar upp í lofthavið, meðan tað, íð søkkur, framvegis liggur á botni og eitrar alt lív har um leiðir.

Nógvir fiskimenn eru eitraðir í andingarleiðunum, nógvur sjófuglur, korallir, krabbi og skeljadjór eru týnd av hesi dálking, og fleiri tekin eru í sól og mána, sum benda á, at vit eiga at umhugsa av nýggjum, um vit ikki heilt eiga at gevast við oljuleiting til havs.

Fyrsta boriverkætlanin, Brugdan 2, í føroyskum øki, varð steðgað í 2012 vegna tøkniligar trupulleikar og vánaligt veður, men verður tikin uppaftur í 2013.

Ivi verður nú settur fram av norska veðurlags- og dálkingarstýrinum, um tað í heila tikið er rætt at lata økið kring Jan Mayen upp fyri oljuleiting, ma. eisini tí, at veðrið har er harðbalt, og at tað fer at taka ov drúgva tíð at koma fram við tilbúgvingarútgerð.

Fremstu ráðgevararnir hjá amerikansu stjórnini mæla nú eisini til at endurskoða ætlanirnar um oljuleiting í Alaska, ma. vísandi til óhappið um ársskiftið við boripallinum hjá Shell, og at als eingin trygd kortini er fyri, at nýggj óhapp kunnu henda.

Veðrið og trygdin eru sostatt umrøðuevnið aðrastaðni. Hesi viðurskifti kenna vit alt til, men ivasamt er, um vit taka tey í nóg stórum álvara.

Veðrið fáa vit ikki gjørt so nógv við, men tá tá borað verður í føroyskum øki, og skipaferðslan við vandamiklum evnum longu hevur tikið seg upp, er bráðneyðugt, at almennu Føroyar taka stig til at útvega Føroyum eitt dygdargott størri bjargingarskip við ivaleysa stórari tóvmegi til at handafara eina størri vanlukku á opnum havi.

Hetta kundi verið gjørt í samráð við reiðarí, oljufeløg og tryggingar, sum virka her í norðurhøvum, og sum sjálvsagt hava stóran trygdar og búskaparligan áhuga fyri hesum máli.