Í Venesuela stríðast sløkkiliðsmenn framvegis við at fáa tamarhald á eldinum, sum hevur herjað eitt oljureinsiverk síðani leygardagin, tá ein gassleki elvdi til eina ógvusliga spreinging.
Summar keldur siga, at vantandi viðlíkahald var orsøk til lekan, men tað hevur forsetin, Hugo Chavez, avsannað, og hann hevur givið boð, um vanlukkan, sum kravdi 41 mannalív, skal kannast út í æsir. Hann hevur samstundis lýst landasorg í tríggjar dagar.
Oljureinsiverkið, sum tað almenna eigur, er eitt tað størsta í heiminum. Venesuela er størsta oljulandið í Suðuramerika.