Lógarbrot skulu rættast

- Vit kunnu ikki góðtaka at lógarbrot ikki verða rættað, sigur Marita Petersen í fyrispurninginum, har hon spyr Edmund Joensen, hvussu nevndirnar eru mannaðar í dag, og hvørjar nevndir, ráð v.m. Landsstýrið og stovnar undir Landsstýrinum hava sett, síðani javnstøðunevndin kærdi málið til landsstýrismannanevndina?


Í fyrispurninginum til Edmund Joensen, løgmann, viðvíkjandi broti á lógina um javnstøðu millum kvinnur og menn, setir Marita Petersen upp í fýra punktum:

*Hevur Landsstýrið gjørt nakað fyri at rætta brot á javnstøðulógina, sum eru framdar í sjey førum?

*Hvussu eru hesar nevndir mannaðar í dag?

*Hvørjar nevndir, ráð v.m. hevur Landsstýrið sett síðani javnstøðunevndin klagaði, og hvør situr í hesum nevndum í dag?

*Hvørjar mannagongdir nýtir Landsstýrið, tá nevndir í fyrisitingarligum høpi verða settar, so trygd fæst fyri at lógin um javnstøðu verður hildin?


Søguligt yirlit

Tað var javnstøðunevndin sum 7. februar 1996 klagaði Landsstýrið til landsstýrismannanevndina, eftir at Landsstýrið á heysti 1995 hevði valt limir í meira enn 30 nevndir, ráð v.m..

Javnstøðunevndin var av teirri áskoðan, at Landsstýrið í fleiri førum ikki hevði fylgt ásetingini í grein 8, stk. 1 í lógini um javnstøðu millum kvinnur og menn, sum sigur, at umleið eins nógvar kvinnur og menn skulu verða umboðað í nevndum, ráðum v.m..

Løgtingið setti kanningarstjóra at kanna málið, og í september í ár kom frágreiðingin, har staðfest varð, at Landsstýrið í átta førum framdi brot á lógina frá 1994, tá tað í 1996 valdi limir í nevndir, ráð v.m., vísir Marita Petersen á í fyrispurninginum.

Hon greiðir annars frá, at í samband við at málið varð kannað, hevði Landsstýrið greitt kanningarstjóranum frá trupulleikunum, tá nevndirnar skuldu mannast, at ?tað var eitt innviklað puslispæl³ har hædd skuldi takast fyri viðurskiftunum millum samgongu og andstøðu, umframt millum teir ymsu flokkarnar.

Eisini søgdu Landsstýrismenn fyri kanningarstjóranum, at høvuðsprinsippið annars var, at verandi nevndarlimir skuldu halda fram, um teir annars uppfylla treytirnar.Eisini hevði tað ávirkan á nevndarvalini tá, at nakrar nevndir skuldu takast av. Í teimum førum var sama nevnd vald umaftur. Haraftrat kom, at skotbráið var stutt at velja tær nógv nevndirnar umaftur.


Løgið ikki at søkja um undantaksloyvi

Marita Petersen sigur í viðmerkingunum, at hon skilir væl grundgevingarnar hjá Landsstýrinum, men at tað tykist løgið, at Landsstýrið ikki søkti um undantaksloyvi frá lógini í teimum førum, har tað ikki eydnaðist at seta nevndirnar rætt saman.

- Hóast trupulleikarnar hjá Landsstýrinum eru væl skiljandi, so ber ikki til at góðtaka, at lógarbrotini ikki verða rættað, sigur Marita Petersen í viðmerkingunum til málið.


Løgmaður hevur ábyrgdina

Marita Petersen grundgevur fyri, hví hon sendir fyrispurningin til løgmann, hóast flestu nevndirnar verða settar av einstøku landsstýrismonnunum.

- Grundin er, at javnstøða millum kynini er ein meginregla, sum fevnir um flest øll málsøki. Av tí at løgmaður er leiðari fyri stjórnini, hevur hann ábyrgdina av javnstøðupolitikki Landsstýrisins.

- Tað er eisini løgmaður, sum skal tryggja, at Landsstýrið ikki fremur lógarbrot, sigur Marita Petersen í viðmerkingunum.