Lógin um biografar er óneyðuga bureaukratisk

Løgtingið fer í morgin at viðgera lógaruppskot um at seta úr gildi løgtingslóg um biografar

Orsøkin til uppskotið er, at tað verður mett óneyðuga bureaukratiskt, at tú skal hava loyvir til at reka biografa ella til almennar filmssýningar.

Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at tað heldur  ikki  í  samsvari  við  ynskið  hjá  sitandi samgongu um meiri armslongd á mentanarøkinum. 

– Harumframt er tað ógvuliga sjáldan, at tey, ið ynskja at sýna filmar alment, av sínum eintingum søkja Almanna- og mentamálaráðið um loyvi. Almanna- og mentamálaráðið má harafturímóti venda sær til fyriskipararnar, so hvørt tað  frættist  um  ætlanir  um  at  hava  almennar  filmssýningar.  Umsitingin  av  lógini  er  tí  nakað merkt av tilvild, skrivar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í viðmerkingum til uppskotið. 

Annað mál á skránni er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven) (Ikrafttrædelse af ophævelsesbestemmelse), og tað triðja málið er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan.