Eg vil gjarna gera vart við, at sjálvt lítil skúlabørn kunnu finna tað sama á alnótini, sum tey vaksnu kunna finna har. Er tað harvið sjálvsagt, at tílíkt eigur at vera atkomiligt í skúlanum?
Tá ið handilsfólk og tíðindafólk skulu lýsa ”veruleikan”, gangur altíð illa. Handilsfólkini vilja verja sín rætt at vinna pengar. Tíðindafólkini vilja verja sín rætt at skapa arbeiðspláss til sína egna stætt. Soleiðis eru treytirnar, um teir skulu yvirliva. Og politikarnir eru noyddir at vísa miðlavaldinum virðing, annars kunnu teir koma í ta støðu, at journalisturin spyr, um teir vilja avtaka pressufrælsið, soleiðis sum bankastjórin varð spurdur, tá ið hann helt fyri, at pressan ikki átti at borið misvísandi tíðindi.
Tí eiga øll at finna útav, hvat vit veruliga tosa um. Onkur sigur, at porno skal fylla ein tørv. Er tað møguliga so, at porno ger tann tørvin størri, sum maður frammanundan ikki fekk nøktað? Tað eru fólk til, sum vita meira um hetta enn allir handilsmenn, politikarar og pressufólk tilsamans vita, so hví ikki spyrja sálarfrøðingar, sum hava granskað hetta serliga evni? Sálarfrøðingar, ikki ”sexologar”, tí tað hevði verið sum at fara til ein fimleikalærari, tá ið tú átti at farið til lækna.
Eru færri neyðtøkur framdar í teimum londunum, har porno er frí søluvøra? Ella færri harðskapsmál? Hava fólk fingið sunnari fatanir um, hvussu vit kunnu liva saman? Er nakað godt komið burturúr? Helst er einasti fyrimunurin, at vit kunnu bjóða tí ”kristna fanatismuni” av, at vit kunnu fáa veruligt ”frælsi” frá forboðum. Men hetta er ein misskiljing. Kynslívið er ikki ókristiligt. Tað er ótrúskapur og tílíkt, kynsligt lógloysi, sum er ”ókristiligt”. Bert tað! Og hvat gott kunnu vit síggja í lygn og ótrúskap, sum eru onnur orð fyri sama fyribrigdi? Sig mær tað!!
Føroyingar eiga at herða lóggávuna. Ein sjúklig mynd av, hvat kynslívið er, skapar altíð eina handilsvøru. Og tey handilsfólkini, sum opna slíkar ”fyritøkur”, hava ikki mjúkar hendur. Strip-tease er byrjanin til skøkjutrælkan, tann dagin oljupengar floyma inn yvir okkara neyðars land. Hvørt stað, har oljuvirksemið hevur dálkað gøtusteinarnar, líður undir avleiðingarnar av, at eingin lóggáva er. Er lóggávan ikki nóg greið, hevur løgreglan einki stýringsamboð. Um løgreglan ikki hevur heimildir at gera neyðuga arbeiðið, hvør skal so verja okkum?
Í staðin fyri at geva Mammon alla hondina, eiga vit at binda um heilan lítlafingur. Porno er eitt sár í lítlafingur.
Nú veit eg væl, at tað hjá teimum flestu er sera óvanligt at hugsa um at avmarka ”frælsið” hjá tí einstaka, enntá frælsið at skaða onnur. Palleba skal ikki vera lógartrælur, hann eigur at kunna velja sjálvur. Hevur tú umhugsað at hugsa teg um? Vit hava eina ferðslulóg, men framvegis henda vanlukkur. Hvat um vit onga lóg høvdu? Frælsi at skaða teg sjálvan ella onnur er eitt vánaligt frælsi.