Fólkaræðið trívist væl í Føroyum, tá hugt verður eftir valluttøkuni til seinasta kommunuval. Heili 84% av føroyskum veljarum nýttu nevniliga sín fólkaræðisliga rætt til at atkvøða í landsins 29 kommunum, ið er met í Norðurlondum.
Tað er niðurstøðan hjá Kommunufelagnum, ið á heimasíðuni vísa til formann felagsins Dennis Holm, borgarstjóra í Vágs kommunu, ið viðgjørdi tølini í síni formansfrágreiðing í síðstu viku.
Nýggi formaðurin fegnast eisini um støðuna.
- Lokala fólkaræðið í Føroyum blómar, var niðurstøðan hjá formanninum í Kommunufelagnum, sambært heimasíðuni hjá felagnum.
Hagtølini vísa eisini, at tað er nógv at fegnast um. Í 26 út av 29 kommunum var valluttøkan nevniliga størri í 2016 enn í 2012.
- Hetta er ein gongd, ið vit sum samfelag kunna verða errin um. Flestu av okkara grannalondum hava í nógv ár stríðst við júst øvutu gongdina, har áhugin fyri lokalum valum er minkandi, skrivar felagið á heimasíðuni, og leggur afturat.
- Hetta merkir, at borgarin í Føroyum hevur áhuga fyri lokalum viðurskiftum. Og hetta ber ikki minst boð um, at borgarar kenna seg at hava veruliga ávirkan á politikkin í lokalsamfelagnum.