Annfinn Brekkstein, býráðslimur hjá Sambandsflokkinum í Havn, leggur seg nú upp í kjakið um sjúkrahúskervið í Føroyum, og meiri nágreiniliga um spurningin um, hvussu nógv sjúkrahús, vit skulu hava.
- Eitt dygdargott sjúkrahús í Føroyum - heldur enn trý vánalig er yvirskriftin á lesarabrævi, sum hann hevur sent fjølmiðlunum. Her tekur hann til orða fyri, at tað má vera sjúklingurin, sum er í miðdeplinum, tá avgerðir um sjúkrahúsini skulu takast, og ikki atlit at arbeiðsplássum og øðrum lokalum seráhugamálum.
Annfinn Brekkstein vil vera við, at tað er ein falskur tryggleiki at búgva tætt við smá sjúkrahús.
- Teimum vanta nevnliga førleikar, servitan, læknar og royndir, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingarnar. Tey fólk, sum ikki eru sjúk, vilja vanliga gjarna hava eitt sjúkrahús tætt við har ein býr, meðan tey fólk, sum eru sjúk, gjarna vilja fara til eitt stað, hvar sjúkan kann viðgerast og tey gerast frísk, skrivar Annfinn Brekkstein.
Annfinn Brekkstein heldur, at við tað, at 85% av íbúgvunum eru bundnir saman í felags vegakervi, er neyðugt, at landspolitikkararnir nú fara at tryggja landssjúkrahúsinum betri karmar at virka undir. Smáu sjúkrahúsini senda kortini sjúklingarnar á Landssjúkrahúsið, sigur hann.
- Nú eiga okkara landspolitikarar at raðfesta rætt og seta sjúklingin í fokus og velja vælferðartænastur fram um berghol, asfalt og beton og snævurskygdan lokalpolitikk. Tíðin er nú komin at menna víðari eitt framkomið og dygdargott Landsjúkrahús, har sjúklingurin er í fokus. Tíð, peningur og orka skal brúkast til dygdargóða sjúkraviðgerð, sjúklingunum og øllum Føroya fólki at gagni, skrivar Annfinn Brekkstein at enda.