Nú verður roynt at lokka fleiri fólk í Sundalagið at búseta seg. Kommunustýrið hevur nevniliga samtykt, at familjur við fleiri børnum skulu fáa ógvuliga stóran avsláttur í barnaansingini hjá kommununi.
Kommunustúrið samtykti í gjárkvøldið, at hereftir skulu eingi foreldur rinda fyri meiri enn at hava tvey børn í barnaansingini. Tað merkir, at hava tey trý børn, ella fleiri, verður ókeypis at hava triðja ella fjórða o.s.fr í barnaansing. Tað merkir, at eingi foreldur fara at rinda meiri enn 4.100 krónur fyri barnaansing í Sunda Kommunu, sama hvussu nógv børn tey eiga. Hetta er ein skipan sum fevnir bæði um vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla.
- Endamálið er at bøta um umstøðurnar hjá barnafamiljum, segði borgarstjórin, Heðin Zachariasen. Hann sigur, at umhugsa familjur at fáa sær fleiri børn, skal luturin hjá kommununi ikki liggja eftir.
Endamálið er eisini at fáa familjur at venda eyguni ímóti Sunda Kommunu, tá ið tey umhugsa, hvar í Føroyum tey skulu seta búgv. Onkur kommunustýrislimur førdi fram, at tað vóru familjur, sum høvdu slept møguleikanum at fáa barn í frítíðarskúla, tí tað varð ov dýrt. U pplýst varð á býráðsfundinum, at sum støðan er nú, er talan um sjey familjur í Sunda Kommunu, sum fáa ágóðan av hesi skipanini. Mett verður, at hetta fer at kosta kommununi upp ímóti 100.000 krónur um árið, men verða fleiri børn í skipanini, verður tað sjálvsagt dýrari. |