Loksins blívur Viðareiðistunnilin veruleiki

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
----

Landsstýrismaðurin í innlendismálum Kári P. Højgaard, boðaði frá í vikuni, at nú hevur hann tikið avgerð um at farleiðin til Viðareiðis verður tunnilsloysnin heldur enn at bøta um verandi Viðareiðsveg . Tunnil verður sostatt millum Hvannasund og Miðdal, og vegur haðani til Viðareiðis. Hetta gleðist eg um og tað vænti eg flest allir borgarar norðanfyri gera.
Eftir ætlan verður uppskot til verklagslóg løgd fyri Løgtingið í Ólavsøkutingsetuni.
Tað, sum serliga gleðir meg er, at møguleikin at fara undir at bøta um verandi farleið er avskrivaður. Landsstýrismaðurin hevur harafturímóti valt at fylgja tí politiska viljanum. Hetta er tann betra og tryggara loysnin í allar mátar.
Sjálv havi eg mangan bæði skrivliga og munnliga gjørt vart við vandarnar við verandi farleið. Havi víst á hvussu vandamikil hon er . Her hugsi eg bæði um veturin í kava og hálku og um vandarnar fyri omanlopi/skriðulopi. Grótlop og stórir steinar loysna í Malinsfjalli og enda niðri á vegnum og kunnu elva til stóran vanda. Hetta eru vandar sum ikki sleppst undan við at bøta um Viðareiðisvegin. Vit kenna øll orðatakið “ringt er byggja borð fyri báru” Sama kann sigast um Viðareiðisvegin, tá vit hugsa um omanlop/skriðulop. Vindurin á Viðareiðisvegnum er hartil eisini rættuliga vandamikil og fleiri ættir eru skaðaættir - tær liggja ójavnar við hvirlum.
Samstundis koyrir skúlabussurin við skúlabørnum og -ungdómi eftir hesum vandavegi hvønn dag. Her skal eg skunda mær at leggja aftrat, at bussførarnir nýta vit og skil og taka ongi óráð fyri . Um illa vil til, og bussurin fer oman av Viðareiðisvegnum, er onki undirlendi t.v.s., at bussurin steðgar ikki á fyrr enn hann er farin í havið. Har er ongin slætti hjá bussinum at steðga á. Hetta er galdandi eftir øllum Viðareiðisvegnum.
Avgerðin hjá landsstýrismanninum er tann besta og skilabesta og einasta rætta. Hann eigur stóra tøkk uppiborna.
Skal tilsíðst nevna, at løgtingið í samband við íløgætlanina hevur samtykt at seta av í ár 5 mió til verkætlanina, í 2013 3 mió, 2014 37 mió, 2015 35.5 mió, 2016 40.5 mió og í 2017 eru 19 mió, tá tunnilin skal standa liðugur.
Hetta er onki minni enn ein frambrot fyri okkara samfelag. Við at gera tunnilin sleppa vit undan framhaldandi hóttanum frá náttúrini á hesum vegastrekkinum. Tí náttúruni eru vit ikki harrar yvir.
Við at gera Viðareiðistunnilin og 3 km av vegi frá Dølum til Viðareiðis, fer ferðslan at koyra eftir slættlendi. Hetta ger trygdina munandi betri. Vegateinurin úr Hvannasundi til Viðareiðis verður við hesum uml. 2 km styttri . Hetta er í sjálvum sær ein fyrimunur. Um veturin í kava verður tað soleiðis uml. 2 km minni at grava av kava og at salta, somuleiðis sum nýggja farleiðin verður munandi minni kavagrevstur.