Loksins eydnaðist útbrotið í Tour de France

Alexey Lutsenko súkklaði einsamallur á mál - støðan í oddinum er óbroytt.

Sætti teinur í Tour de France varð súkklaður í dag. Talan var um ein 191 kilometrar langan fjallatein úr Le Teil til Mont Aigoual, men tað hendi ikki nøkur broyting í samlaðu kappingini, og í dag slapp loksins ein útbrot avstað - og ein av súkklarunum har helt á mál.

Alexey Lutsenko (Astana) kom við í útbrotið, sum hann seinni legði aftur um seg. Ímóti málinum økti hann til nærmasta eltaran, Jesus Herrada (Cofidis), og Lutsenko kom einsamallur um málstrikuna lítlan minutt frammanfyri Herrada og útvið tríggjar minuttir frammanfyri feltið.

Hetta var fyrsti sigurin hjá Alexey Lutsenko í Tour de France. Hann hevur áður verið U23-heimsmeistari (2012) og vunnið ein tein í Vuelta a España (2017), men hetta má flokkast sum størsti sigurin á súkkluleið hansara.

Hetta var samstundis fyrsti sigurin í Tour de France hjá heimlandsliði hansara, kasakstanska Astana, síðani 2018, tá ið danski Magnus Cort Nielsen, ið nú súkklar við EF Pro Cycling, vann 15. teinin í 2018-útgávuni.

Feltið kom samlað á mál, har Julian Alaphilippe, sum í gjár misti gulu føraratroyggjuna eftir at hann ólógliga hevði tikið ímóti einum dunki tá ið minni enn 20 kilometrar vóru eftir, gjørdi eitt lítið sprell beint áðrenn málstrikuna og vann sær eitt sekund til samlaðu kappingina ímóti favorittunum.

Tað var annars ein lutfalsliga róligur dagur hjá teimum, sum súkkla fyri samlaðu kappingini. Serfrøðingar, eitt nú Rolf Sørensen á danska TV2, undrast á, at favorittarnir í feltinum eru so tolnir og ikki vága meira í samlaðu kappingini. Enn er nevniliga eingin farin í álop.

Adam Yates (Mitchelton - Scott) varðveitir gulu troyggjuna við sama sekund-muni niður til slovensku úrmælingarnar, Primož Roglič (Team Jumbo-Visma) og Tadej Pogacar (UAE-Team Emirates)

Í morgin er ein flatur teinur á skránni. Súkklast skulu 168 kilometrar úr Millau til Lavaur. Eftir hetta eru tveir fjallateinar á skránni, og síðani er hvílidagur mánadagin.


Samlaða oddastøðan í Tour de France eftir 6. tein:

1. Adam Yates (Mitchelton - Scott) 27:03:57

2. Primož Roglič (Team Jumbo-Visma) + 0:03

3. Tadej Pogacar (UAE-Team Emirates) + 0:07

4. Guillaume Martin (Cofidis) + 0:09

5. Egan Bernal (INEOS Grenadiers) + 0:13