Brandur Hendriksson fekk 88 minuttir á vøllinum, og Hallur Hansson fekk 66 minuttir á vøllinum, tá føroyingafelagið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vendsyssel FF fekk javnleik 1-1 á útivølli ímóti Silkeborg.
Talan er um fyrsta stigið hjá Vendsyssel FF í 2016. Tríggir teir fyrstu dystirnir í hesum árinum ímóti HB Køge, FC Roskilde og Lyngby vóru allir taptir.
Í Vendsyssel eru teir tó ikki so ræðuliga fegnir um fyrsta stigið í hesum árinum, tí teir vóru leingi á sigurskós. Patrick Nielsen legði Vendsyssel á odda í 32. minutti, og tann leiðslan helt sær til sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Anders Albers javnaði fyri Silkeborg til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Hallur Hansson hevði ein stóran málmøguleika fimm minuttir undan steðginum, men hann skeyt bóltin uppum Silkeborg málið.
Vendsyssel FF er framvegis nummar tvey í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Vendsyssel FF hevur 37 stig, Horsens hevur 35 stig, og Vejle og Silkeborg hava 33 stig hvør. Lyngby er á odda við 45 stigum.