Veðrið higartil í 2015 hevur ikki verið nakað serligt at reypa av, og er tað serliga djórini, ið liva úti í náttúruni, ið tað gongur út yvir.
Tað sæst eisini aftur í seinastu hagtølunum frá Búnaðarstovuni, har tað nýliga hevur verið áseyðaroyting. Umframt tað vanliga arbeiðið, so varð seyðurin eisini vigaður og vektirnar skrásettar.
Úrslitini vísa, at lombini eru í miðal tvey kilo lættari enn í 2014, umframt at lambatalið er minni enn somu tíð í fjør.
Í 2014 var miðalvektin 24,6 kilo, meðan miðalvektin í 2015 er 22,56 kilo. Búnaðarstovan tekur tó hædd fyri, at í fjør vórðu lombini vigaði 9. juli, meðan tey vórðu vigaði ein dag fyrr í 2015. Mett verður at dagligi vøksturin liggur á umleið 250 gramm, og er umroknaða vektin í 2015 sostatt 22,81 kg, ið er 1,79 kg lættari enn í fjør.
Upplýst verður eisini, at tyngsta lambið í ár vigaði 31,5 kg í mun til 40 kg í fjør. Tað minsta lambið í ár vigaði 11,5 kg í mun til 10 kg í fjør.