Amerikanska sendistovan í Kairo kunngjørdi í morgun, at amerikonsku myndugleikarnir mæla sínum ríkisborgarum til at fara úr Egyptalandi. Fyrr hevur USA ávarað sínar borgarar ímóti at fara til Egyptalands uttan so, at tað var neyðugt, men nú verða teir amerikanarar, sum eru í Egyptalandi, bidnir um at at fara haðani.
Amerikanska sendistovan í Kairo sigur, at hon er til reiðar at vegleiða amerikanskar ríkisborgarar um, hvussu teir sleppa úr Egyptalandi.
Í morgun komu eisini boð frá stjórnini í Turkalandi um, at hon hevur gjørt av at flyta turkiskar ríkisborgarar úr Egyptalandi. Turkaland fer at senda tvey flogfør til Kairo og Alexandria eftir 750 turkiskum ríkisborgarum.
Norski sendiharrin í Kairo segði í morgun við NTB, at sendistovan umhugsaði at flyta norskar borgarar úr Egyptalandi, men at sendistovan bíðaði eftir boðum úr Oslo.