Londonliðini lógu framvið

Arsenal yvirhálaði Manchester United á vøllinum og stigatalvuni um vikuskiftið, meðan Tottenham nú eru ósigraðir í fýra dystir á rað. Fulham vann eisini, meðan West Ham sum einasta Londonliðið tapti

FÓTBÓLTUR

 

Darren Bent, Nicolas Anelka og Samir Nasri umboða allir hvørt sítt felag í enska høvuðsstaðnum. Felags fyri teir eru, at teir skutu tvey mál hvør og gjørdust sigursharrar í dystum teirra.

West Ham var einasta Londonliðið, ið tapti. Everton vann 1-3, har Louis Saha gjørdi tvey mál og legði upp til tað triðja, ið Lescott syrgdi fyri. Málið hjá West Ham átti Collison.

Hjá vinnandi Londonliðunum leggja vit fyri við Darren Bent, sum var hann høvuðsarktekturin handan 1-2 sigurin hjá Tottenham á Manchester City-milliónunum. Robinho legði Manchester City framum, men stutt eftir varð Gelson Fernandes útvístur og so gjørdist tað trupult hjá heimaliðnum. Darren Bent javnaði tá stívliga ein hálvur tími var spældur, og nakað inn í seinna hálvleik legði hann Totthenham framum.

Móti dystarenda varð Richard Dunne eisini vístur av vøllinum, soleiðis at Manchester City einans vóru níggju mans. Tottemham endaðu sum sigursharrar, men vóru kortini ikki fullmannaðir, tá tað var leyst og liðugt, tí í yvirtíðini sá Benoit Assou-Ekotto reytt og noyddist av vøllinum.

Tapið hjá Manchester City er tað triðja á rað, meðan Tottenham veruliga hevur fingið gongd á undir Harry Redknapp. Liðið hevur vunnið tríggjar av teimum seinastu fýra dystunum, umframt at hava spælt javnt ímóti Arsenal.

 

Toppliðið og toppskjúttin

Chelsea og ikki minst Nicolas Anelka vóru sannførandi á útivølli móti Blackburn. Franski áleyparin gjørdi bæði málini hjá Chelsea, sum harvið staðfesti sína støðu sum oddalið í Premier League. Nicolas Anelka staðfesti eisini, at hann er ógvuliga væl fyri í løtuni. Í teimum 12 dystunum, ið higartil eru spældir í Premier League í ár, hevur hann skotið ikki færri enn tíggju mál – tvey fleiri enn Amr Zaki hjá Wigan.

 

Arsenal yvirhálaði

Triðja Londonliðið, ið sigraði um vikuskiftið, spældi leygardagin og fekk mestu umrøðuna í ensku fjølmiðlunum. Ungu Arsenal-leikararnir bastu nevniliga heimsstjørnunum hjá Manchester United. Á odda gekk 21 ára gamli franskmaðurin Samir Nasri. Hann legði Arsenal á odda bæði 1-0 og 2-0.

Ikki tí, Manchester United hevði sanniliga sínar kjansir, og serliga Wayne Rooney misnýtti fleiri upplagdar møguleikar. Ein minutt fyri leiklok bragdaði tó hjá Manchester United, tá høgri bakkurin Rafael da Silva setti bóltin í netið við einum góðum fluktara. Men tá var ov seint, og Arsenal vann sostatt stórdystin á Emirates leikvøllinum. Harvið fóru teir eisini framum Manchester United á stigatalvuni, og liggja teir í løtuni seks stig handan Chelsea og Liverpool.

 

Liverpool heldur tørn

Júst Liverpool ger eisini sítt í oddastríðnum. Leygardagin vunnu teir 3-0 á West Bromwich. Eins og hjá áður umrøddu liðum, var tað eisini ein maður, ið gekk undan og gjørdi tvey mál. Talan var um Robbie Keane, sum gjørdi síni bæði fyrstu ligamál fyri Liverpool, síðani skifti frá Tottenham í summarsteðginum. Síðsta málið hjá Liverpool gjørdi verjuleikarin Alvaro Arbeloa.

 

Tætt í botninum

Í hinum endanum á stigatalvuni er tað óvanliga tætt, nú komið er ein lítlan triðing ávegis í kappingini. Aftast liggur West Bromwich við 11 stigum, men liðið hevur bara trý stig upp til Fulham, ið liggur nummar tíggju. Millum hesi lið og sjálvan toppin liggur millum annað Hull, sum legði so bragdliga fyri í deildini, men nú hevur tapt tríggjar dystir á rað. Um vikuskiftið máttu teir lúta fyri Bolton, ið vann við máli frá Matt Taylor.