Føroya Rættur longdi í gjár varðhaldsfongslingina av einum 35 ára gomlum manni við fýra vikum. Maðurin varð handtikin tann 8. juli og skuldsettur fyri harðskap. Í stuttum snýr málið seg um, at hann og ein kvinna vóru vorðin ósamd og endin var, at hann, sambært ákærunum, skal hava sligið kvinnuna so mikið hart, at hon var dottin og hevði sligið høvdið í.
Tann 35 ára gamli maðurin hevur frammanundan ein treytaðan harðskapsdóm. Haraftrat varð hann tikin síðst í junimánaði fyri at hava framt harðskap, umframt at hann fyrst í september skal aftur í rættin í einum øðrum harðskapsmálið.
Maðurin varð í samband við harðskapsmálið 8. juli varðhaldsfongslaður fram til 4. august, og hesa varðhaldsfongsling valdi Føroya Rættur at leingja við fýra vikum í gjár.