Longu farin at samráðast við bretar um fiskivinnu

Umboð fyri Fiskimálaráðið eru í London og samráðast um fiskivinnuavtalu millum Føroyar og Bretland, sum í dag fer úr ES. Samráðingarnar byrjaðu í gjár.

Tað segði Jacob Vestergaard í Degi og Viku í gjárkvøldið.

Fyri 14 døgum síðani vendu bretsku myndugleikarnir sær til føroyska Fiskimálaráðið um at byrja tilgongdina, og var fyrsti fundurin í London í gjár.

Nú Bretland er farið úr ES, verður Bretland eitt stórt strandaland, og tað fer at broya javnvágina viðvíkjandi makreli og svartkjafti munandi, segði Jacob Vestergaard.

– Bretar søgdu okkum í dag, at teir fara at senda bræv til øll strandalondini, um at Bretland frá nú av til samráðingarnar skulu roknast strandaland, segði Jacob Vestergaard.

Spurdur hvussu tað fer at ávirka fiskiskapin frameftir, at stórur partur av markrelfiskiskapinum í ES sjógvi nú er í bretskum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard, at tað verður spennandi at síggja.

– Serliga tað sum vit hava hoyrt, at Skotland roynir at fáa sær eina støðu sjálvt. Fiskiskapurin hevur verið ein týðandi partur hjá teimum. Og tey hava verið eitt sindur ímóti, tí at ES fiskiskapurin hevur oytt summi av smærru fiskivinnusamfeløgunum í Skotlandi, tí tað eru onnur enn skotar, sum fiska fiskin, so sum danir, hollendingar og onnur.

– Tí hugsi eg, at hetta er ein innanhýsis politiskur spurningur í Bretlandi um at skotar fáa ræði á egnari fiskivinnu, og at Bretlandi ikki ger nakra undirhondsavtalu við ES um tað, segði Jacob Vestergaard.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur tað vera áhugavert, at tað eru bretar, sum venda sær til føroyingar í hesum sambandi.

Føroysku samráðingarfólkin í London fingu á fundinum í gjár at vita, at bretski fiskimálaráðharrin vil hitta føroyska fiskimálaráðharran.

– So tað fara vit undir at fyrireika alt fyri eitt, segði Jacob Vestergaard.