Longu farin at stríðast um skúladepilin í Marknagili

Tað gingu ikki nógvir tímar frá tí at stórfingna ætlanin um ein veldugan skúladepil í Marknagildi var avdúkað, til politikarar fóru at stríðast um, hvussu stórur hann skal verða og hvørjum útbúgvingum hann skal hýsa

- Verður stófingna ætlanin um at byggja skúladepilin í Marknagili, sett í verk, er stórur vandi fyri, at allar útbúgvingarnar verða drignar til Havnar, so at tað fer at forkoma øllum hinum kring landið.

Tað stúra nógvir løgtingsmenn fyri.

Í fyrradagin var stórfingin ætlan um ein nýggjan skúladepil í Marknagili almannakunngjørd og longu í gjár fóru politikarar í Løgtinginum at stríðast um, hvussu stórur hann skal vera og, hvørjum útbúgvingum, hann skal hýsa.


Má ikki verða óneyðuga stórur

Í løgtinginum í gjár vildi Jákup Mikkelsen hava at vita frá landsstýriskvinnuni í mentamálum um tey høvdu gjørt sær greitt hvørjar útbúgvingar skulu húsast í nýggja skúladeplinum í Marknagili, sum varð almannakunngjørdur týsdagin sum størsta byggiverkætlan í føroya søgu.

Hann vísti á, at ein avtala varð gjørd fyri fleiri árum síðani at gera eina semju um útbúgvingar fyri at sleppa undan at hava óneyðuga nógvar skúlar av sama slagi.

Tann semjan skuldi gerast, áðrenn skúlin í Marknagili verður projekteraður.

- Tað hevur stóran týdning at vit sleppa undan hava óneyðuga nógvar skúlar av sama slagi. Tí er tað neyðugt at finna eina semju um at skipa útbúgvingarnar best møguligt og tað skal gerast áðrenn skúladepilin í Marknagili verður projekeraður fyri at sleppa undan at hann verður bygdur óneyðuga stórur.


Ikki klárt enn

Men Helena Dam á Neystabø svaraði, at í løtuni verður arbeitt við at umskipa miðnámsútbúgvingarnar og tað arbeiðið er ikki klárt enn.

Hon sigur, at tað er neyðugt ikki at hava óneyðugar nógvar skúlar av sama slagi, men semja er um at skipa er um at skipa miðnámsútbúgvingarnar í tveir ella tríggjar deplar, har ein verður í Marknagili, ein skal vera í Norðoyggjum og so er spurningurin um ein Suðurdepil eisini skal vera suðuri á landi, ella um hann verður ein partur av Miðdeplinum í Havn.


Berjast fyri Klaksvík

Tað vóru serliga tinglimir úr Norðoyggjum, sum vóru altráðir eftir at fáa meiri at vita um hetta og tað var týðiligt, at teir vildu berjast fyri, at nýggi skúladepilin í Marknagili, ikki fer at enda við, at tekniski skúli og sjóvinnuskúlin í Klaksvík verða niðurlagdir og fluttir til Havnar.

Men eisini Bjarni Djurholm gav sítt íkast til kjakið og hann helt, at nú ein so stórur depil verður bygdur í Marknagili, eiga vit at taka stigið fult út.

Tí eiga vit at niðurleggja tekniska skúla og sjómanskúlan í Klaksvík og fara undir eina matvøruútbúgving har norðuri í staðin, sum kann samantvinnast við kokkaskúlan og húsarhaldsskúlan, heldur Bjarni Djurholm.

- Eitt og hvørt land, sum livur av at útflyta matvørur, eigur at hava eina matvøruútbúgving og í Føroyum kundu vit havt ein altjóða matvøruskúla, legði hann afturat.

Bjørn Kalsø spurdi, hvussu verður við skúladeplunum runt um í landinum, nú vit fáa hendan velduga skúladeplinum í Marknagili.

Og hann vendi spurninginum hjá Bjarna Djurholm við og spurdi um tað var neyðugt at byggja ein nýggjan tekniska skúla afturat í Havn, tá ið vit longu hava ein í Klaksvík frammanundan.

- Hevði tað ikki ístaði borið til at laga skúladepilin í Marknagili til, so at atlit verða tikin til teir skúlar, sum eru í landinum frammanundan.

Heini O. Heinesen segði, at vit hava ein góðan tekniskan skúla í Klaksvík og tí visti hann ikki, hví tað skuldi vera neyðugt at byggja ein afturat.

Hann vildi hava greitt at vita um ætlanin er at flyta tekniska skúla í Klaksvík til Havnar.

Hann vísti eisini til prátið um at flyta allar sjóvinnuútbúgvingar til Klaksvík, men í hesum sambandi hava politikarar í samgongu gjørt púra greitt, at tað skuldi ikki bara bera til at flyta til Klaksvíkar. Tað skuldi eisini bera til at flyta hinvegin.

Karsten Hansen úr Miðflokkinum, staðfesti, at hann hevur alla tíðina kravt, at verður skúladepil bygdur í Marknagili, skal tað samstundis gerast ein ætlan fyri, hvørjar útbúgvingar skulu vera hvar.

- Skulu útbúgvingarnar í Norðoyggjum leggjast niður, skal samgongan boða frá hesum nú og skúladepilin í Marknagili skal ikki byggjast upp á tað, at so koma bygningar at standa tómir aðrastaðni í landinum.

Hann sigur, at fær landsstýriskvinnan í mentamálum hendan skúladepilin bygdan í Marknagili, hevur hon argumentini fyri at tøma alt í Norðoyggjum og flyta alt til Havnar.