Fíggjarlóg
Seinastu tíðina hava tað verið hvassar atfinningar frá andstøðuni móti samgonguni fyri ikki at taka andstøðuna við í fíggjarlógarviðgerðina. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, um hann hevur gjørt nokk fyri at fáa andstøðuna við í viðgerðina av eini fíggjarlóg?
-Man ger kanska ongantíð nokk. Eg havi verið við til at gera 23 fíggjarlógir. Eg kenni ongantíð til, at andstøðan nakrantíð hevur verið við í fyrireikingini av einum fíggjarlógaruppskoti, áðrenn tað verður framlagt. Men eg havi verið við í viðgerð í fíggjarnevnd og tinginum um at royna at fáa breiðar semjur. Tað eigur man at gera. Tað er í veruleikanum landsstýrið, sum fyrireikar eitt uppskot. At vit hava eitt meirilutalandsstýri er kanska medvirkandi til, at man kanska ikki verður tvingaður til at gera tær breiðu semjurnar, sum man sær í øðrum londum.
Løgmaður ivast ikki í, at tann prosessin kemur eisini til Føroya.Hon átti kanska at verið komin longu, tí veruleikin er tann, at tá tú hevur eina 17 manna samgongu og tú ger eitt kompromis, so er tað eisini millum flokkar, har tú gevur og tekur. Tað kann í nógvum førum verða ein skeiv javnvág í slíkum avgerðum. Um tú hinvegin hevði eina minnilutastjórn, so hevði tú verið noyddur at fara út og finna ein meiriluta og tað til fleiri síður.
-Tann møguleikan hevur tú ikki við eini meirilutastjórn. Men tað er nakað, sum tað politiska landsskapið í Føroyum sum frálíður skal búnast til. Tað var jú ikki møguligt at hava eina minnilutastjórn í tí gomlu skipanini sum so, tá skuldi tú hava konsensus um alt.
Løgmaður roknar við, at tað tekur nøkur ár enn, kanska eitt ella tvey valskeið, áðrenn parlamentarisman í víðari merking kemur at virka í Føroyum.
Hann heldur eisini, at høvdu vit havt eina minnilujtastjórn sum í Danmark og Noregi, sum var noydd til at skapa sær meiriluta við at samráða seg til meiriluta í løgtinginum, so hevði alt verið øðrvísi, men hartil er man ikki komin enn.