Álop á fjølmiðlafólk - taktikkur ella ótolni?

Tað er ein gamal politiskur taktikkur at ræða fjølmiðlarnar til at bera fram eina ávísa hugsjón. Nógv bendir á, at Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt hendan taktikkin til sín egna. Tí seinastu dagarnir hava formaður floksins og fleiri onnur framstandandi tjóðveldisfólk brúkt nógva orku uppá hørð álop móti føroysku fjølmiðlunum

John Johannessen,
Løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin

Løgtingslóg nummar 58 um fjølmiðlaábyrgd varð endaliga samtykt við 3. viðgerð í løgtinginum 4. mai í ár. Meirilutin fyri lógini var rættiliga stórur. 30 atkvøður vóru fyri og 1 ímóti. Allur Tjóðveldisflokkurin atkvøddi fyri lógini, hóast flokkurin ikki var við til at yvirtaka málsøkið.
Fjølmiðlaábyrgdarlógin er í høvuðsheitum ein verja hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum. Lógin gevur møguleika at kæra til eina fjølmiðlanevnd, um tú heldur teg vera órættvíst viðfarnan av einum fjølmiðli.
Lógin um fjølmiðlaábyrgd fekk eina drúgva og rættiliga nágreiniliga viðgerð í rættarnevndini. Hevði sjálvur í nevndarviðgerðini eitt ógvuliga gott og jaligt samstarv við Tjóðveldisflokkin umboðaðan av Finni Helmsdal. Endin var, at ein samd nevnd mælti løgtinginum til at samtykkja lógina hjá Jacob Vestergaard, sum kemur í gildi 1. juli í ár.
Ótolni ella yvirskipað ætlan?
Men tað tykist sum, at ávísir lyklapersónar floksins ikki hava stundir at bíða eftir kærumyndugleikanum. Ella velja teir við vilja at grava gamla kenda taktikkin fram at ræða fjølmiðlarnar og vóna at hetta fær teir at ganga eftir ávísum politiskum leisti. Í øllum førum hevur ikki skortað við hørðum álopum móti fjølmiðlum og fjølmiðlafólki seinastu dagarnar. Kringvarpið, Dimmalætting og Sosialurin hava øll staðið fyri álopi.
Hergeir Nielsen hevur í tveimum lesarabrøvum hildið uppá, at útvarpstíðindini verða stýrd úr Tinganesi. Sambært lesarabrævinum er Hergeir Nielsen eftir øllum at døma ónøgdur við, at útvarpið ger ov lítið við at bera fram hugsanirnar hjá Tjóðveldisflokkinum á uttanríkispolitiska økinum. Men haldi, at Hergeir Nielsen átti at prógva sítt uppáhald. Tí verður útvarpið veruliga stýrt úr Tinganesi, so er talan um eitt álvarsmál. Um hugsanir Tjóðveldisfloksins koma ov lítið fram í fjølmiðlunum, tað kunnu onnur meta um.
Tórbjørn Jacobsen valdi í lesarabrævi herfyri at fara uppaftur longri. Hann valdi sær nakrar ávísar persónar í skotlinjuna. Her nøkur kut úr lesarabrævi hansara:

...hin lítið á leið komna, ólærda og smádumma mikrofonhaldaran Sigmar út í býin, at runnið ørindir fyri hitt føroyska socialdemokratíið.

At Ingi Samuelsen ikki er komin longur enn at vera apologetur hjá Sambandinum og teirra samhugaðu, tað kemur ikki óvart á nakran.

Formaður Tjóðveldisfloksins hevur heldur ikki hildið seg aftur. Hjá honum eru tað Sosialurin og Portalurin, ið eru trupulleikin. Høgni Hoydal skrivar millum annað soleiðis:

Sjálvt ikki í londunum handan jarntjaldið undir kalda krígnum ella í beinleiðis einaræðislondum finnast dømir um ein so partapolitiskan og litaðan journalistikk, sum í Sosialinum og á Portalinum.

Eftir mínum tykki hevur onki ítróttarlið í USA betri juhu-fólk á vøllinum, enn sitandi landsstýri hevur í Sosialinum og á Portalinum.

Tykist mær eitt sindur løgi, at framstandandi tinglimir Tjóðveldisfloksins við formanninum á odda brádliga eru farnir slíka herferð ímóti føroysku fjølmiðlunum beint eftir, at teir sjálvir hava verið við til at samtykkja eina lóg, ið heimilar teimum og øllum øðrum fullan rætt at kæra um viðurskifti, sum teir eru ónøgdir við í fjølmiðlunum.
Vónandi er orsøkin ótolni ella bara vanligar frustrasjónir um at sita í andstøðu. Verri er, um hetta er ein miðvís ætlan at ræða fjølmiðlarnar til at gerast egnu boðberar teirra.
Lifran og hóttan eru gomul vápn
Tað finnast tvey gomul vápn, ið verða nógv nýtt av ymsum áhugabólkum til at royna at vinna sær framíhjárættindi í fjølmiðlunum. Annað er at lifra fyri ávísum journalistum ella øllum miðlastovninum. Hitt er at hótta ávísar journalistar ella allan stovnin.
Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, royndi tað fyrra av hesum vápnunum herfyri. Hann valdi sær ein ávísan bólk av journalistum, ið hann helt vera vinarligar ímóti stjórnini, og bjóðaði teimum til fínan døgurða og veitslu í embætisbústaðnum, Marienborg. Tíbetur vóru journalistarnir so mikið at sær komnir, at teir í staðin fyri at møta til døgurðan skrivaðu um, hvussu forsætisráðharrin royndi at keypa teir. Ætlanin hjá Anders Fogh Rasmussen miseydnaðist, døgurðin varð av ongum, og í staðin kom ein keðilig søga fram um tiltakið í fjølmiðlunum.
Tað hóttandi vápnið er helst tað, ið verður mest nýtt í Føroyum. Av tí, at viðurskiftini her eru so tøtt, er tað lættari at brúka hetta vápnið í Føroyum enn aðrastaðni. Um tú fært fleiri at hótta og rópa saman við tær, verður trýstið skjótt so stórt á tann einstaka, at hann bognar fyri trýstinum, gevur tær rætt í øllum og letur vera við at viðgera teg kritiskt. Hetta kann tykjast vera yvirskipaða ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum. Tó havi eg tað álit á fjølmiðlafólkunum, at tey ikki lata seg ávirka av slíkum trýsti.
Men man kundi tó freistast og spurt, hví ongin enn hevur viðgjørt opinlýstu andsøgnina millum orð og gerðir hjá til dømis framsøgukvinnu Tjóðveldisfloksins í fiskivinnumálum....