Álop á grundleggjandi rættindi hjá fakfeløgum

Verkfallið hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum endaði herfyri tykist ikki bert at hava loypt øði í ávísar politikarar, men hetta verkfall hevur eisini avdúkað hvussu lítla virðing verandi samgonga hevur fyri grundleggjandi rættinum hjá fakfeløgum, at stríðast fyri sømuligum arbeiðs- og lønarkorum.

Rætturin at lýsa verkfall
Líka frá tí at løntakarar tóku seg saman í fakfelag hevur verið alment viðurkent, at feløgini høvdu ein demokratiskan rætt at seta í verk arbeiðssteðg t.v.s. verkfall, tá sáttmálaloysi var.

Hetta er eisini heilt náttúrligt, tí hetta er einasta amboð sum verkamannafjøldin hevur tá hon skal royna at vinna limum sínum rímulig arbeiðs- og lønarkor.

Áður hava sjálvt teir mest afturhaldssinnaðu politikarar bæði í Føroyum og í grannalondum okkara virt henda verkfalssrætt hjá fakfeløgunum, men nú eru aðrir tónar at hoyra.

Í sambandi við tað øsing móti føroysku fakfelagsrørsluni, sum ikki minst verandi samgonga við Karsten Hansen, landsstýrismanni á odda, roynir at skapa millum manna, er tað sera týdningarmikið fyri vanliga føroyingin at hava í huga, at tað er samanhaldið millum føroysku løntakararnar, sum er einasta grundin til, at arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá vanliga løntakaranum í dag eru so fræg sum tey eru.

Arbeiðsgevaraparturin og makthavararnir hava í øldir roynt at billa fólki inn, at tey ikki hava tørv á tí samanhaldi, sum skipanin í fakfelag er besta trygdin fyri.

Tey sum hava roynt at sita yvir av privatu og almennu arbeiðsgevarunum við samráðingarborðið vita av royndum, at uttan slit og bit fæst ikki ein króna afturat lønini ella eftirlønini, og tí er tað einki annað enn kávalótir, tá t.d. fíggjarmálaráð-harri okkara alment tosar um at vísa vilja at geva alment løntu starvsfólkunum sømulig arbeiðs- og lønarkor.

Hvør hevði ábyrgdina av at verkfallið vardi so leingi?
Øll fakfelagsfólk munnu vera á einum máli um, at eitt verkfall skal raka hart, tí bert á henda hátt kann arbeiðsgevaraparturin tvingast aftur til samráðingarborðið og avleiðingarnar av verkfallinum gerast minst møguligar.

Á hendan hátt gerst verkfallið ikki longur enn neyðugt, og kemur harvið í minst møguligan mun at raka vanliga føroyingin, sum jú í nógvum førum ikki er partur í ósemjuni millum samráðingarpartarnar.

Ónøgdin hjá vanliga føroyinginum er vælskiljandi, tá hann verður raktur av avleiðingunum av einum verkfalli, men flest allir føroyingar munnu skilja, at tað er ein demokratiksur rættur hjá fakfeløgunum, at lýsa verkfall, tá arbeiðsgevaraparturin ikki vísir vilja at gera semju um nýggjan sáttmála.

Høvuðsorsøkin til, at verkfallið hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag dróg út var tann, at tað við einari merkisverdari ódámligari framferð eydnaðist lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum við Karsten Hansen á odda, at fáa vent føroysku fólkafatanini móti Føroya Skipara- og Navigatørfelag og hinum føroysku fakfeløgunum.

Okkara fíggjarmálaráðharri førdi undir verkfallinum fram, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag kravdi 75% í lønarhækking, hóast hann var vælvitandi um, at hetta í besta føri bert var ein hálvur sannleiki.

Veruleikin er tann, at limirnir í Føroya Skipara- og Navigatørfelag í ólukkumát eru afturútsigldir í mun til starvsfelagar í grannalondum okkara, og eisini í mun til starvsfelagar í privatu sjóvinnuni.

Tað verður tagt burtur, at lønardeildin í øllum farna valskeiði hevur víst eitt sera vánaligt handalag, tá talan var um at samráðast við fakfeløgini.

Okkara fíggjarmálaráðharri tykist hava lítið skil fyri samráðingartaktikki, tá hann soleiðis tilvitað fer út í fjølmiðlarnar við beinleiðis niðurgerandi viðmerkingum um samráðingarmótpart sín. Tað skal ikki nógv skil til fyri at duga at síggja, at slík framferð ikki kann annað enn gera tað meira torført at fáa í lag eitt skilagott samskifti millum samráðingarpartarnar.

Vit kunnu enn tann dag í dag fara inn á heimasíðuna hjá lønardeildini, har sokallaða kunningin enn stendur svart upp á hvítt.

Verkfallsbrótararnir
Áhaldandi ágangurin móti fult lógliga verkfallinum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur uttan iva beinleiðis birt upp undir, at tíggjutals bátar tóku upp fólka- og farmaflutningin, sum raktur varð at verkfallinum hjá Føroya Skipara- og
Navigatørfelag.

Tað er átaluvert, at fólk gera sær dælt av einari verkfallsstøðu, og soleiðis tilvitað ella ótilvitað hava medvirkað til at verkfallið gjørdist longur enn neyðugt.

Lønardeildin hevur helst gníggjað sær í lógvarnar av frøði um at tað eydnaðist teimum at fáa fólk at bróta verkfallið, tí hetta var liður í politikkinum hjá lønar-deildini og fíggjarmálaráðharra okkara, nevniliga at royna at draga verkfallið út, soleiðis at teir enn einaferð kunnu fara í fjølmiðlarnar við lygusøgum sínum um, at fakfeløgini ikki eru at samráðst við.

Vit ætla ikki at leggja verkfallsbrótararnar undir, at teir sleppa sær undan skattaskyldu sínum, men tað hevði verið forvitnisligt at frætt hvat Toll- og Skattstova Føroya, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini hevur ábyrgdina av, hevur gjørt fyri at kanna um inntøkurnar, sum vunnar eru í sambandi við verkfallsrakta arbeiði, er givnar upp til skattingar, onki er í hvussu so er frætt hvat Toll- og Skattstova Føroya ætlar at gera við hetta mál.

Ágangurin frá Fíggjarmálastýrinum.
Vanligt verður sagt, at tá semja er fingin í lag og nýggjur sáttmáli er skrivaður undir, so er friður og ikki er vanligt at almennur myndugleiki, aftan á at semja er fingin í lag, fer í fjølmiðlarnar við útspillingarherferð móti samráðingarmótparti sínum.

Hesa siðvenju hevur Karsten Hansen ikki ætlanir um at fylgja, tí hann fær nærum eina heila síðu í málgagni Tjóðveldisfloksins Fregnum nr. 19, har hann, væl hjálptur av einum av blaðfólkunum, oysir gor og gall út yvir Føroya
Skipara- og Navigatør-felag og m.a. skuldsetir hetta felag fyri at vera tiltikið fyri at hava nógv gerðarættar-mál og at royna at mjólka skipanini.

Hesin politikarin, sum mótvegis almenninginum altíð tykist royna at standa sum tann peni og rættvísi, vísir her veruliga hógvar sínar.

Hví skal Karsten Hansen draga fram mál sum als einki hava við farnu samráðingarnar og verkfall at gera?

Hevur Karsten Hansen gloymt, at tað er hann sum av fyrstan tíð avgjørdi at senda fútarættin eftir fakfeløgunum? Hevur hann eisini gloymt, at tað var hann sum tók stig til at leggja málið um Brimil fyri Løgtingið?

Tað er bæði láturligt og grátuligt, tá Karsten Hansen í fjølmiðlunum rósar sær av, at »bert« 6 verkføll hava verið í hansara tíð sum fíggjarmálaráðharri.

Tað er ein royndur lutur, at arbeiðsgevarapartur sum ikki hava evni ella vilja at fáa í lag sáttmálar við fakfeløgini, snildisliga royna at snara veruleikanum soleiðis at tað skal síggja út sum at fakfeløgini og fakfelagsleiðararnir eru teir sum hava alla ábyrgdina av støðuni, tá semja ikki fæst í lag um nýggjan sáttmála.

Tað er tó ein sannroynd, at tað neyvan hava verið so nógvar ósemjur á arbeiðs-marknaðinum sum júst undanfarna valskeið, og hetta hevur Karsten Hansen og lønardeild hansara høvuðsábyrgdina av.

Endamálið við hesari útspilling er tó lætt at avdúka, tí hóast fíggjarmálaráðharrin ikki vil siga tað beinleiðis, so er eingin ivi um, at hann, á sama hátt sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur meldað út, vil skerja verkfalssrætt okkara.

Hvat siga hinir politisku flokkarnir?
Nú bæði Fíggjarmálastýrið og Føroya Arbeiðsgevarafelag tykjast at vilja royna at skerja verkfallsrættin hjá føroysku fakfeløgunum, so halda vit at tað er skyldan hjá politisku flokkunum alment at boða frá, um hesir flokkar taka undir við hesari herferð móti føroysku fakfelagsrørsluni, ella um hesir flokkar eru sinnaðir at verja demokrat-iska rættin hjá fakfeløgunum at lýsa verkfall, tá sáttmálaloysi er.

Læran av verkfallinum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Verkfallið sum endaði fyri nøkrum døgum síðani hevur enn einaferð víst okkum, at tað er alneyðugt, at føroyska fakfelagsrørslan stendur saman, tí bert á henda hátt kunnu vit forða fyri, at Lønardeildin, væl hjálpt av privatu arbeiðsgevarunum, fer at skerja verkfallssrætt okkara.

Eisini er neyðugt, at vanligi løntakarin dugir at síggja kávalóturnar hjá fíggjarmálaráðharranum, og snildisligu royndir hansara at venda almenninginum móti fakfelagsrørsluni, tá hann sjálvur og stýrið hansara ikki hava vilja ella evni at fáa í lag semjur við fakfeløgini.

Vit skulu avgjørt ikki undirmeta tær kreftir í samfelag okkara, sum vilja stríðast fyri at taka frá okkum grundleggjandi rætt okkara at lýsa verkfall og onnur grundleggj-andi rættindi okkara.

Fíggjarmálaráðharrin hevur víst, at tað sum hann ikki kann fáa framt við samráðingum, tað vil hann royna at vinna sær á annan hátt, og fútarætturin er helst bert byrjanin. Her hava privatu arbeiðsgevararnir greitt meldað út, at teir fara at brúka dómsstólsskipan okkara á sama ódámliga hátt sum fíggjarmálaráðharri okkara hevur lagt lunnar undir.

Fakfeløgini og vanligi løntakarin hava alla grund til at taka hesar hóttanir frá arbeiðsgevarasíðuni í stórsta álvara.
Á Stjórnarfundi 31. mai 2002.