Ovasti herleiðarin í Bretlandi ávarar ímóti økta vandanum fyri, at Russland leypir á sjókaðalar, sum liggja eftir havbotninum í Atlantshavninum.
– Eitt álop á hesar sjókaðalar hevði fingið vanlukkuligar fylgjur. Kaðalslit fara eisini at skerja munandi um møguleikarnar hjá NATO londunum at samskifta, sigur Sir Stuart Peach við BBC.
– Nú russarar útbyggja teirra flota við skipum og kavbátum, eiga vit at taka stig til at verja okkara samskiftiskaðalar, sum liggja í sjónum, sigur hann.
Stuart Peach leggur det á, at hóast hetta ikki er heilt nýtt, er hetta av alstórum týdningi fyri NATO, og hann mælir til at styrkja flotadeildirnar og at raðfesta verjuna av sjókaðalum.
Eisini Føroyar eru budnar í onkrar av kaðalunum, sum liggja á eftir botninum av Atlantshavinum.