Álop á ST-skrivstovur kravt fleiri mannalív

Eitt bumbuálop á ST-skrivstovurnar í nigeriska býnum Abuja hevur kravt fleiri mannalív. Bjargingartænastan sigur, at 10 fólk eru finnin deyð, men at álopið kann hava kravt uppaftur fleiri mannalív.

Fleiri fólk eru særd, og norskir fjølmiðlar skriva, at ein norsk kvinna er millum tey særdu.

Eygnavitni hava greitt frá, at bumban brast, júst sum ein bilur kom til ST-skrivstovurnar. Ein trygdarkelda sigur, at tað er annaðhvørt tann islamska rørslan Boko Haram ella tann norðurafrikanska greinin av al-Qaeda, sum hevur skipað fyri álopinum.