Álopið hjá HB er burtur

Fleiri skálaspælarar eru skaddir, og fimm av teimum, sum vóru ætlaðir at spæla í fremstu plássunum, eru ikki tøkir, tá ið HB seinnapartin fer á vøllin á Skála

Tað eru tvey lið, ið eru í hvør sínum enda á støðutalvuni, sum seinnapartin hittast á Skála. HB málið er at endurvinna oddasessin frá B36 sum fríggjakvøldið vann við Margáir. Málið hjá Skála er í minsta lagi at tvífalda úrtøkuna, sum liðið vann fyrsta triðingin av kappingini. Skála hevur bara eitt stig.

Felags fyri bæði liðini er, at skaðalistarnir eru óvanliga langir, og at nýggjur spælari ivaleyst verður millum teir fyrstu ellivu.

Skaðalistin hjá Skála er langur: Teitur R. Joensen (punkterað lunga), Teitur Poulsen (brotið beinið), Hjalti Strømsten (fótliðurin), Karl Martin Johansen (knæið) og Andreas Egeberg Jacobsen (vøddaskaði).

Nýggjur á Skála liðnum seinnapartin verður miðvallarin Haraldur R. Højgaard, sum er fluttur úr NSÍ og til Skála, har hann var fastur maður á liðnum í bæði fjør og í fyrraárið.

Hjá HB eru fimm spælarar ikki tøkir, sum fyrr í ár vórðu roknaðir at vera góð boð upp á fremstu ódnirnar. Jákup L. Thomsen og Teit Jacobsen eru langtíðarskaddir, og Adrian Justinussen ger at ganga við brotnum skinnabeini í nakrar vikur aftrat.

Mánakvøldið noyddist Pætur J. Petersen av vøllinum í Runavík, tí hann var skaddur í fótliðnum. Hann verður ikki við næstu vikurnar. Og undir venjing fríggjakvøldið varð Øssur M. Dalbúð raktur av vøddaskaða í lærinum. Hann verður ikki við ídag.

Umframt framrættaðu menninar eru Tróndur Jensen og Hørður H. Askham verjukendir spælarar, sum eru langtíðarskaddir. Miðverjin Delphin Tshiembe er skaddur í lærkrikanum, og so er tað ivamál, um Heðin Hansen verður førur fyri at spæla ídag.

Onkrir av ungu monnunum vera ivaleyst millum teir fyrstu ellivu ídag. Umframt miðverjan Samuel Johansen Chukwudi er talan um eitt nú Áka D. Samuelsen. Tað kann eisini væl vera, at nýggi danski spælarin, Mads Boe Mikkelsen, fer at vera meiri á vøllinum í dag, enn hann var mánakvøldið í Runavík.

Tá ið Skála fyri góðum tveimum vikum síðani var í Gundadali, vann HB 3-0.

Skála – HB: Bjarki Danielsen kl. 15.00