Álopið í Sveis: Ein maður eftirlýstur

Sveisiska og týska løgreglan leita eftir einum manni, sum er undir illgruna fyri at hava framt álopið

Myndir eru nú almannakunngjørdar av manninum, sum er undir illgruna fyri at hava framt álopið í morgun. Brotsmaðurin løstaði fimm fólk við einari ketusag.

 

Skakandi tilburðurin hendi í sveisiska býnum Schaffhausen, sum liggur tætt við týska markið.

 

Maðurin, ið leitað verður eftir, er 51 ára gamli Franz Wrousis. Nógv bendir á, at talan er um ein serskølt, sum hevur búð fyri seg sjálvan í skóginum.

 

Fleiri enn 100 løgreglufólk úr Týsklandi og Sveis samstarva um mannajagstranina, sambært BBC.