Álopið var ikki óvæntað

26 ára gamli Brandur Mortensen Nolsøe er búsitandi í Berlin og var staddur í býnum, tá álopið í gjár varð framt.

Í gjárkvøldið koyrdi ein lastbilur við fullari ferð inn í eina mannamúgvu á stórari handilsgøtu í Berlin, har 12 fólk lótu lív og 48 fingu løstir.

 

Týskir myndugleikar kenna enn ikki orsøkina til álopið, men Angela Merkel, samveldiskanslari, sigur í dag, at tey mugu ganga útfrá, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

 

Eisini ger hon viðmerkingar til upplýsingarnar um, at tann mistonkti er ein 23 ára gamal flótti úr Pakistan.

- Tað er serliga svárt hjá okkum, um tað verður vátta, at tann, ið framdi hesa illgerðina, er ein, ið hevur biðið um vernd og friðskjól í Týsklandi, sigur Merkel, ið lovar, at viðkomandi undir øllum umstøðum verður revsaður hart.

 

Føroyingurin Brandur Mortensen Nolsøe er skiftisnæmingur í Berlin, og var staddur í býnum í gjárkvøldið, tá ið álopið hendi.

 

Hann var ikki raktur av álopinum kropsliga, men tað er eingin ivi um, at slíkar hendingar ávirka allar týskarar og fólk í týsklandi í dag, sigur hann við Rás 2.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Brand Mortensen Nolsøe.

 

Ein longri samrøða við hann er í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í morgin.