Álopini halda fram

Ísraelsk flogfør hava søkt at málum í Gazageiranum fleiri ferðir í nátt og í morgun. Fleiri av álopsmálunum vóru í sjálvum Gaza býi. Sjónvarpsstøðirnar CNN og Al Jazeera hava víst myndir frá álopunum, og tær siga, at ísraelsmenn hava hert álopini í morgun. Tað er ikki greitt, um álopini í nátt og í morgun hava kravt mannalív.

Ísraelska herleiðslan váttar, at loftálopini halda fram í morgun. Herleiðslan sigur eisini, at 11 rakettir vórðu skotnar úr Gaza ímóti Ísrael í nátt, og at síðani fyrradagin hava Hamas-limir sent tilsamans 280 rakettir ímóti Ísrael. Sjálvir hava ísraelsmenn gjørt 466 loftálop á mál í Gazageiranum síðani seinnapartin mikudagin, sigur herleiðslan.

Samstundis bendir nógv á, at Ísrael fyrirerikar eina innrás í Gazageiran. Herurin hevur savnað nógvar stríðsvognar við markið, og í gjár gav Ehud Barak, verjumálaráðharri, boð um, at 30.000 hermenn úr eykaherinum skulu standa tilbúnir.