Niclas Johannesen
Hvussu nógv vistu føroyingar, fingu føroyingar alt at vita frá donskum myndugleikum, tá Loran C støðin á Eiði varð bygd í 1959?
Hesir spurningur standa ósvaraðir, nú tað er komið fram, at USA upprunaliga ætlaði at Loran C støðin skuldi vera ein hernaðarstøð.
Útvarp Føroya hevur fingið á frágreiðingini ?Færøerne under den kolde krig?, sum Sámal Tróndu Finnsson Johansen (STFJ) hevur skrivað. Her vísa skjøl, at Loran C støðin á Eiði upprunaliga varð bygt sum ein amerikonsk hernaðarstøð. Hetta var gjørt, hóast samtyktina hjá Føroya Løgtingi í 1941 um, at Føroyar skuldu vera uttanveltaðar í øllum hernaðarligum samstarvi.
Sambært ÚF - sum vísir til frágreiðingina hjá STFJ - so var amerikanska ætlanin at byggja eina Loran C støð í Føroyum klár tíðliga í 1958. 15 menn skuldu sendast til Føroya at leita eftir byggilendi. Haraftrat skuldu teir kanna, hvørjir møguleikar vóru at arbeiða saman við føroyskum embætisfólkum.
Ætlanin var eisini, at 19 mans frá amerikanska Coast Guard skuldu manna støðina í Føroyum, og tað lá eisini í luftini, at danir vóru vælkomnir at vera við í hesum arbeiði.
Í februar 1958 fekk amerikanska sendistovan í Keypmannahavn at vita um Loran C ætlanina í Føroyum. Men amerikanski sendiharrin, Peterson, helt landsmenn sínar í Washington vera dekan ov framligar. Hann vísti á stundum spentu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.
Høvuðsstøð
Í 1959 hevði ætlanin so fingið endaligt skap. Manntalið var kókað niður til sjey mans, ið komu til Føroya - ein dani og seks amerikanarar. Danska Uttanríkisráðið hevði áðrenn ferðina til Føroya gjørt USA greitt, at mótstøða kundi fara at vera í Føroyum móti ætlanini. Tískil var tíðindaskriv fyrireikað, har onki stóð um, at støðin var ein hernaðarstøð - bert at Loran C skuldi avloysa Loran A støðina. Óbeinleiðis varð eisini sagt, at støðin var donsk. Í frágreiðingini hjá STFJ - sum ÚF vísir til - skilst, at amerikumenn vildu siga sum minst um ætlanina, meðan hon gjørdist upp aftur loyniligari eftir donskum ynski.
Amerikansku skjølini vísa eisini, at Loran C støðin var ein ein masterstøð, meðan hinar støðirnar í ketuni í landnyrðingspartinum av Atlantshavi vóru slavistøðir. Støðin í Føroyum var sostatt tann týdningarmiklasta støðin í verjuketuni hjá USA her um leiðir.
Í teimum skjølum, sum eru funnin í amerikanskum skjalasøvnum, ber ikki til at síggja, um danska stjórnin visti, hvørjum hernaðarligum endamáli Loran C tænti. Men stjórnin visti, at talan var fyrst og fremst um eina herstøð. Og tað duldi hon sum mansmorð.
Skjølini vísa heldur ikki, hvussu nógv føroyingar møguliga vistu.
Men hetta svarið er kanska í donskum og føroyskum skjalasøvnum. Jákup Thorsteinston hevur leitað í hesum skjølum og kemur við frágreiðing um mánaðarskiftið.
Vildu varðveita
Loran C
Ali Dam gjørdist løgmaður í 1970, og hann var landsins leiðari meginpartin av 70?unum og 80?unum. Hesa tíðina var kalda kríggið eitt serstakliga heitt mál - eisini í føroyskum flokspolitikki.
Atli Dam kennir kortini onki til, at Loran C støðin á Eiði um hetta mundið skuldi eitast at vera ein loynilig amerikansk hernaðarstøð.
- Eg veit ikki, hvønn karakter Loran C støðin hevur havt, tá hon varð sett upp í 1959. Men var hon ein hernaðarstøð at byrja ið, so hevði støðin ið hvussu er fingið ein heilt annan karakter í sjeytiárunum. Tað er mín hugsan, at skiftið hendi stutt eftir hon varð uppsett. Atli Dam vísir í hesum sambandi á, at føroyingar eisini byrjaðu at arbeiða á støðini beinanvegin.
Táverandi løgmaður vísir eisini á, at føroyingar gjørdu ein rættiliga stóran innsats fyri at varðveita Loran C støðina á Eiði, tá USA ætlaði at leggja støðina niður miðskeiðis í løgmanstíð hansara.
- Loran C støðin hevði fyrst og fremst alstjóran týdning fyri alla sivila sjóferðslu í okkara sjóøki.
Sæði í søgunar ljósi, so metir Atli Dam, at støðin á Eiði mest av øllum hevur havt ein friðarvarðveitandi leiklut. Hann vísir á, at øll sjóferðsla - sostatt ikki bara amerikanskir men eisini sovjettiskir kavbátar - brúktu Loran C at navigera eftir hesi árini. Og hetta var av týdningi fyri bæði USA og Sovjett, tí kjarnorkuriknu kavbátarnir kundu móttaka signalið, uttan at koma upp úr sjónum.
- Tað er onki at ivast í, at Loran C var av alstórum týdningi bæði fyri USA og Sovjett. Tískil kundi støðin á Eiði ikki vera eitt bumbumál hjá hvørgum av pørtunum, sigur Atli Dam.
Atli Dam vísir eisini aftur møguligum gitingum um, at føroyskir myndugleikar aftan fyri leiktjøldini hava spælt saman við USA og Danmark, og harvið hava mótarbeitt føroysku løgtingssamtyktini frá 1941 um, at Føroyar skuldu vera uttanveltaðar í einhvørjum hernaðarhøpi.