Heðin Mortensen
Borgarstjóri
????
Í lesarabrævi leygardagin finnist Beate L. Samuelsen at Tórshavnar kommunu fyri at gera okkurt við hundalortarnar, sum hon sjálv sigur vera eina plágu fyri býin.
"Lort í býin" átakið er partur av einum størri umhvørvisátaki hjá kommununi. Vit royna at broyta hugburðin hjá fólki, soleiðis at minni verður dálkað. Sitandi samgonga raðfestir umhvørvið, og vit eru eisini til reiðar at brúka neyðuga peningin fyri at røkka málið. "Lort í býin" átakið hevur higartil kostað 37.000 kr, ikki 100.000, sum Beate sigur. Hetta er nógvur peningur. Men á eini fíggjarlóg, sum er 450 milliónir kr., fara vit at finna pláss til hetta. Beate átti at verið so roynd innan býráðspolitikk, at hon visti, at tílík smærri mál ofta verða viðgjørd av umsitingini.
Beate ivast í, um tað er rætt at "forera" posarnar til hundaeigarar. Tað kann vera rætt. Men veruleikin er tann, at taka hundaeigarar upp eftir hundinum, er hetta ein gáva til allar borgarar í kommununi. Tær nýtist ikki at eiga hund fyri at traðka í ein hundalort. Eg havi sjálvur roynt tað.
Vit á Vaglinum fáa nógvar áheitanir um hundalort-ar. Talan er ikki í bara um, leysar hundar. Men ofta um hundar, sum ganga túr í bandi. Vit noyðast tí at broyta hugburðin hjá teimum, sum ikki taka upp eftir hundinum. Tí lýsa vit og gera serligu posarnar. Fyri at venja fólk til at brúka teir, lata vit teir ókeypis fyrstu tíðina. Men ætlanin er, at í framtíðini verða posarnir til keyps fyri framleiðslukostnaðin.
Beate skjýtur upp, at hundafangarin tekur leysar hundar upp. Hetta ger hundafangarin longu. Árliga tekur hann millum 80-100 leysar hundar upp. Eg skilji ikki, at Beate við sínum royndum úr býráðnum ikki visti av hesum. Annars haldi eg, atburðin vera eitt sindur løgnan. Beate hevði møguleika at siga sína meining á fundinum í Heilsu- og Umhvørv-isnevndini. Men tá hevði hon onga viðmerking. Eg vildi hildið, at nevndarfundurin hevði verið rætta stað at spurt um hesi ivamál.