Lotte koppaði Neistanum

Fram um hinar, so var tað fyrst og fremst Lotte Sørensen, sum var garanturin, tá Kyndil loksins vann eina grannauppgerð móti Neistanum

Kvinnuhondbóltur

Tað er einki at taka seg aftur í, at Kyndil hevur havt sínar trupulleikar av Neistanum seinnu árini. Tó at tað fleiri ferðir á pappírinum hevur verið líkt til, at Kyndil hevði tað betra liðið, so hevur tað mest sum hvørja ferð verið Neistin, sum kortini hevur drigið longra stráðið.
Tað lág tó í luftini mikudagin, at hesaerð kundi Kyndil kanska gera okkurt. Meðan tær grønu so spakuliga hava fingið rættað skútuna seinastu dystirnar, soleiðis at tær eru vorðnar partur av heiðursmerkjastríðnum, meðan tað hevur gingið beint øvugt hjá Neistanum. Liðið hevur ikki megnað at borið fráfallið, sum var eftir seinasta kappingarár, og eftir eina hampuliga góða byrjan, hevur tað bara gingið niðureftir seinnu umførini.

One-woman-show
Ein grannauppgerð er tó ein grannauppgerð, og tá ber sjáldan til at spáa um úrslitið. Líka mikið hvat stigatalvan so sigur. Hesa ferð eydnaðist tó Kyndli at basa teimum bláu, og í roynd og veru var orsøkin til hetta sera einføld.
Lotte Sørensen er ein av mest gávaðu leikarunum, sum vit eiga, tó at tað ofta er misjavnt, hvussu talentið roynist í tøttum dystum. Mikukvøldið var tó eitt av teimum betru, og tað var undrunarvert, at hon slapp at spæla í 58 minuttir, áðrenn mansverja varð sett á hana. Tá var tað longu ov seint hjá Neistanum. Stýrimaðurin hjá Kyndli hevði tá longu skotið 11 av teimum 20 kyndils-málunum, og har hon ikki sjálv skeyt, mundi hon eiga næst seinastu hondina á í øllum førum 80% av møguleikunum, sum Kyndil hevði.
Tað er tó ikki nakar spælari, sum púrasta einsamøll ger ein dyst av. Liðavrikið hjá Kyndli var eisini munandi betri, enn tað var hjá Neistanum mikukvøldið. Tó at tað fyri tað mesta gekk ógvuliga javnt fyri seg, so sat áskoðarin alla tíðina við varhuganum av, at Kyndil hevði tað størra yvirskotið. Tær fluttu seg betri og arbeiddu mera í verjupartinum, og í álopspartinum vóru tær ikki heilt so einstáttaðar, sum tær oftani fyri hava verið.
Og so eigur Fríða Petersen í málinum eisini at nevnast. Eftir at hon í nøkur ár hevur vant seg við fyrstu deildarhondbólt, tykist hon nú hava ment seg til ein hin stinnasta málverjan í landinum, og skal nøkur onnur enn Lotte Sørensen takast framum hendan dagin, so má tað vera málverjin.

Ónd ringrás
Tað vóru nevnliga eisini løtur, har Neistin við eitt sindur av hepni og eitt sindur av neyvleika kundi komið inn í aftur dystin. Ikki minst fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, tá Kyndil eina løtu steðgaði fullkomuliga upp. Annars samanfallandi við at Lotte fór á beinkin at hvíla seg eina løtu.
Tað var tó alla tíðina, sum um tað allar seinasta pettið restaði hjá Neistanum. Tvær ferðir misnýttu tær brotskast hesa løtuna, og meira enn tí einu ferðina vórðu møguleikar til skjótálop oyðiløgd av óneyvum sendingum, ella eisini tók Fríða uppgávuna á seg, tá opnir møguleikar spurdust burturúr.
Hetta kundi eisini bent tann vegin, at Neistin í løtuni er um at uppliva eina ónda ringrás av sama slag, sum Kyndil hevur verið í seinastu tvey kappingarárini. Sinniliga yvirskotið til at taka av, tá møguleikin býðst, tykist fullkomuliga at resta í á liðnum. Leikararnir hava ikki ta trúnna á seg sjálva, sum ger, at gjøgnumbrotini eydnast, og í fleiri førum vórðu gjøgnumbrotini als ikki roynd, hóast gapandi hol í móstøðuverjuni. Tað var, sum um alt spælið skuldi kroystast ígjøgnum tveir ella tríggjar leikarar, og tá sigur tað seg sjálvt, at opnu møguleikarnir gerast ov fáir.

Oddadystur bíðar
Fyri Kyndil merkti sigurin, at tær nú av álvara eru við í stríðnum um heiðursmerki. Enn eru kanska trý stig upp til tey bæði oddaliðini, men møguleikin at koma heilt fram, er til staðar. Ikki minst man tað geva eitt eyka skump rætta vegin, nú tær loksins hava vunnið eina grannauppgerð, og komandi vikuskiftið stendur dystur í Vestmanna á skránni. Kyndil er einasta liðið, sum VÍF enn ikki hevur fingið stig frá í ár, og megna tær grønu at halda fast um hesa gongdina sunnudagin, fer av álvara at síggja heilt ljóst út hjá teimum grønu.
Ikki minst man hetta kennast gott, eftir at liðið í tvey ár hevur leitað eftir sær sjálvum. Í fjør enn tá somikið nógv, at tað fram til tað seinasta var ein spurningur um at halda sessinum í deildini, men nú tykist loksins, sum rætti vinnaramentaliteturin er um at koma inn á liðið aftur.
Hjá Neistanum skulu hinvegin heilt aðrar taktir finnast fram, um tær ætla sær burtur úr niðurflytingardystinum, sum tær nú eru um at gerast partur av. Ikki tí. Liðið telir fleiri sera evnaríkar ungar leikarar, men enn er ov tíðliga at leggja berandi leiklutir á hesar. Tað er eisini ein trupulleiki, at tær, sum vóru ætlaðar at bera liðið, fyri tað nógva hava verið skaddar, men glottar eru tó at hóma. Eftir drúgvan skaðasteðg er Christina Holm nú aftur um at staðfesta seg sum ein av landsins bestu strikuspælarunum, og á bakkinum var Jórun Ludvig við fyri fyrstu ferð í ár, eftir at hon hevur verið plágað av ryggskaða. Saman við Simonu Dziugyte, sum hesa ferð ikki var meira enn hálv, skuldu hesar verða álitið á liðnum í ár, og tó at alt tos um heiðursmerki man vera tagnað, so munnu tey í Neistanum vóna, at tær nú ? um ikki annað - kunnu vera trygdin fyri framhaldandi umboðan í bestu deildini komandi ár.

Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 20-16 (10-8)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 11(5), Ileana Manolescu 4, Jensia Petersen 2, Sonja Smiljic 1, Marjun Tróndarson 1, Annika Ljósstein 1
Neistin: Simona Dziugyte 5(1), Mildrið Jacobsen 3, Ása á Neystabø 3, Christina Holm 2, Jórun Ludvig 2, Súna Mørk 1(1)
Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 5
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 2
Dómarar úr H71: Hallur Danielsen & Bárður Brimvík. Høvdu alla tíðina ró og eitt náttúrligt tamarhald á dystinum.