Lótu lítla grind fara

- Sýslumaður og grindaformaður komu til ta niðurstøðu, at tað loysti seg ikki at fara undir rakstur, sigur løgreglan.

Tíðliga í morgun varð boðað frá grind á Vágsfirði.

 

- Grindin varð sædd av landi, men sum skilst var hon so lítil, at avgjørt varð at lata hana fara.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan eftir øllum at døma bert var um nakrar fáar hvalir.

 

- Sýslumaður og grindaformaður komu til ta niðurstøðu, at tað loysti seg ikki at fara undir rakstur, sigur løgreglan.