Louis Armstrong gjørdist ein av heilt stóru tónleikanøvnunum í farnu øld. Við eyðkendu røddini, og líka eyðkenda og frálíka tropet- og cornettspælinum, leikaði hann seg inn í fremstu røð millum kendu tónleikanøvnini. Hann var jazztónleikari, men helst kendasta lag, ið hann framførdi, What a Wonderful World, , ið mangir tónleikarar hava endurinnspælt, er í dag helst lika nógv at meta sum haldgóður poppur ella ein evergreen.
Hóast hann í dag alment stendur at vera føddur 4. august 1901, so var í mong ár ivi um, hvørt hetta var so. Sjálvur segði hann, at hann var føddur 4. july ár 1900. Ikki fyrr enn miðskeiðis í 1980unum kom ein granskari fram á skjøl, ið avdúkaðu rætta føðingardagin og árið.
Armstrong, ið eisini fekk navnið Satchmo, andaðist 6. juli 1971.