Foreldur hennara vóru Jóhanna Elisabeth ættað úr Funningi og Johan Udbø úr Havn.
Louisa starvaðist frá ungum árum á skrivstovuni hjá Valdemar Lützen úti í Rættará. Seinni var hon nøkur ár á Frímerkjadeildini. Fyri fýra árum síðan flutti Louisa á Heimið við Vallalíð.
Louisa f. Udbø var gift við Tummas Jensen, prentara. Tommy, sum hann vanliga varð nevndur, var avlærdur á prentsmiðjuni hjá Fjúrtanda í Hornabø, og síðan var hann í starvi á prentsmiðjuni á Heygsbreyt. Tummas gjørdist rættuliga sjúkur og andaðist 42 ára gamal í 1975.
Á prentsmiðjuni á Heygsbreyt kom Tummas at starvast við Poul Karbech Mouritsen, vanliga nevndur Karbech, sum meistara. Báðir høvdu teir hvør í sínum lagi gávur sum góðir prentarar. Karbech við sínum lætta, prátingarsama lyndi, Tummas sum hin stillføri sum uttan nakran háva gjørdi sítt arbeiði, mest sum maskinsetari.
Gott máloyra hevði hann – og ikki vóru manuskriptini hann fekk at seta eftir altíð so væl skrivað, men gjøgnum hendurnar á Tummasi var tað sum ein lúkandi hond mangan tók burtur nógva illgresið. Tá Tummas var farin av prentsmiðjuni, kom steðgur í. Eingin kendi og dugdi so væl at fara við teimum slitnu maskinunum sum hann, eingin annar hevði tol við teimum, tí fóru tær við honum.
Poul Karbech Mouritsen, sum sjálvur var málfróður maður, segði seg vera væl nøgdan við Tummas, ikki minst av tí, at hann hevði so gott máloyra – og hetta metti hann hava sín uppruna úr Fuglafirði, har hann segði fólkið tosa eina týðuligast, serliga endingarnar, og væl eisini eitt úrslit av góðum lærarakreftum.
Louisa og Tummas settu búgv við Traðavegin í Havn. Børn teirra eru Jóhan, Sólrun og Eydna, øll búsitandi í Havn.
jl