Lova ilt yvir landsstýrið

Heili 36 fakfeløg samd um at seta tiltøk í verk ímóti landsstýrinum, men nær tað verður, og hvørji tiltøkini verða, fara tey at kunna um sum vikuskiftið líður

Í dag eru 36 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum samd um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tað, sum tey kalla, grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð. Men nærm og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um í vikuskiftinum.

Fakfeløgini leggja dent á, at tiltøk verða tikin fyri at mótmæla hesum álopi, sum er á veg í løgtingið. Í hesum samband hevur verið tosað um aðalverkfall ella 24 tíma verkfall. Men umboð fyri fakfeløg hava eisini sagt, at hetta er grovasta álopið á fakfeløgini, tey vita um og at aftursvarið verður samsvarandi hesum

 

– Fakfeløgini hava álit á, at arbeiðsgevarar og Pedagogfelagið finna eina loysn, um tey ikki vera álopin av løgtinginum. Men tey siga, at ímeðan samráðingar hava verið á arbeiðsmarknaðinum, hevur landsstýrið lagt ráð um, hvussu man við lóg kann blanda seg upp í galdandi reglur um samráðingar á arbeiðsmarknaðinum.

 

– Tað grova álopið er, at landsstýrið nú ætlar at tvinga úrvald fólk, sum annars eru í lógligum verkfalli aftur til arbeiðis. Og stjórarnir skulu velja, hvør skal í verkfall. Hetta er at blanda seg upp í tær grundleggjandi reglur, sum eru galdandi í eini samráðingarstøðu.

Tá landsstýrið á henda hátt skúgvar allar avtalaðar reglur og siðvenjur til viks, kenna vit okkum ikki longur bundin at avtalum um stríðsstig.

 

Fakfeløgini siga, at tá ið landsstýrismaðurin, saman við stjóranum á Almannaverkinum, brúkar lív og heilsu, sum grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá úrvaldum fólki, er hetta bara eina undanførsla fyri einum skipaðum álopi á lógligt fakfelagsstríð.

– Sleppa arbeiðsgevararnir at brúka lív og heilsu sum almenna grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum, er spurningurin bara, hvør næsta grundgevingin verður.

– Fakfeløgini ásanna, at lív og heilsa ikki skal setast í vanda, men hetta eiga arbeiðsgevarar og fakfeløg at loysa eftir teimum reglum og siðvenjum, sum longu eru galdandi og sum higartil hava verið nøktandi. At leggja í hendurnar á stjóranum á Almannaverkinum at avgera, nær lív og heilsa er í vanda, er ikki í lagi.

 

– Hetta er eitt sera harðligt og óneyðugt álop, sum landsstýrið nú ætlar at fremja. Løgtingið skal halda seg frá hesum og lata partarnar brúka tey amboð, sum eru og hava verið galdandi fyri fakligar ósemjur – og sum higartil hava kunnað loyst allar ósemjur.