Lovandi framtíð hjá Sporðdrekanum

Í gjár og fyrradagin var kurvabóltur á skránni í skúlanum á Argjahamri. Kurvabóltur er ein nýggj ítróttargrein í føroyskum høpi, men okkurt kundi bent á, at framtíðin er bjørt – serliga hjá Sporðdrekanum úr Havn.

 

Í U15 kappingini hjá dreingjum var Sporðdrekin einaráðandi. Havnafelagið endaði á ikki færri enn trimum teimum ovastu plássunum í kappingini. Sporðdrekin 3, ið vann allar sínar dystir, bleiv nummar eitt og fekk gullheiðursmerkini um hálsin.


Nummar tvey bleiv Sporðdrekin 2, og bronsuheiðursmerkini fóru til Sporðdrekan 1. Ravnur av Toftum gjørdist nummar fýra.

 

Í u18 kappingini hjá monnum, sum fór í gongd í gjárkvøldi, varð tað somuleiðis Sporðdrekin, ið dróg tað longra stráið. Hetta kom óvart á fleiri kurvabóltsáhugað, sum orsakað av væntandi dystaroyndum hjá fleiri av Sporðdrekunum, høvdu Ravn sum favoritt. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, leikgongdin var høg, og sum heild var tað ein sera undirhaldandi uppgerð.  

 

Umframt u15 og u18 kappingar í kurvabólti, verður eisini skipað fyri kvinnukappingum, ið byrja í dag.