Loynilig FSF-atkvøða

Millum londini, sum greiddu atkvøðu á UEFA-kongressini í Düsseldorf, vóru eisini Føroyar, men tað tykist vónleyst at fáa at vita, hvussu føroyska atkvøðan fall.

Spurningurin her hevur verið, hvørt FSF fór at sýna Lennart Johansson loyalitet fyri hansara part í arbeiðnum at tryggja Føroyum altjóða limaskap, ella um atkvøðan fall til Platini, sum hevur sýnt smátjóðunum stóran ans í valstríði sínum. Millum annað við eini Føroyavitjan í fjør.
Men Óli Holm, FSF-forseti, er tættur sum tunnan, tá hann verður spurdur um atkvøðugreiðsluna.
- Vit hava ikki vilja gjørt viðmerkingar til hetta áður, og tað gera vit heldur ikki nú, sigur hann um atkvøðugreiðsluna, sum fer fram anonymt.