Loyniligir ferðamenn við Norrønu

Tá ið Norrøna var á veg til Føroyar úr Danmark um vikuskiftið, ringdi skiparin til løgregluna og boðaði frá, at tey høvdu funnið tveir loyniligar ferðamenn við og tá ið Norrøna kom til lands, tók løgreglan teir.

Síðani hava teir sitið í varðhaldið, men í dag hevur Føroya Rættur so avgjørt, at teir skulu verða sitandi í varðhaldi.

Orsøkin er, at løgreglan fær ikki greiði á, hvørjir menninir eru.

Teir hava hvørki visum ella samleikaprógv og hóast løgreglan hevur kannað málið síðani, hevur ikki eydnast at fáa prógv fyri, hvørjir teir eru.

Annars teirra segði, at hann hevði eitt prógv úr eini danskari flóttafólkalegu, men tað var farið í havið saman við skitnum klæðum, hann hevði tveitt í havið av Norrønu á veg til Føroyar.

Sjálvir siga teir, at teir eru 16 ára gamlir og at teir koma úr Libya, haðani teir flýddu til Italia og síðani til Danmarkar.

Í Danmark sníktu teir seg umborð á Norrønu, tí teir ætlaðu sær til Íslands, har beiggi annar teirra skal búgva.

Nú hevur rætturin so avgjørt, at teir skulu sita í varðhaldi í eina viku afturat og hesa vikuna skal løgreglan brúka til at fáa greiði á, hvør teir eru, tí teir kunnu ikki útvísast, fyrrenn tað er prógvað, hvørji teir eru.

Men tá ið tað er staðfest, verða teir vístir úr Føroyum og sendir til Danmarkar, haðani teir komu.

Men í rættinum i dag fekk løgreglan í hvussu so er eina nýggja upplýsing frá øðrum manninum og tað var, at hann hevði búð í Sveis, har hann hevði søkt um uppihaldsloyvi.