Bretska blaðið The Observer almannakunnger í dag eitt bræv, sum ein av teimum fremstu í konservativa flokkinum hevur skrivað, og sum ikki fellur í góða jørð hjá liberaldemokratunum.
Sambært The Observer er tað William Hague sum hevur skrivað brævið. Har skrivar hann millum annað, at tá hann verður uttanríkisráðharri í teirri komandi stjórnini, fer Bretland at reka ein nógv harðari politikk mótvegis ES.
Millum annað skrivar hann, at Bretland fer framhaldandi at halda seg burtur frá evrusamstarvinum, og at landið skal hava sín egna politikk, tá tað snýr seg um lógarmál, almannamál og arbeiðsmarknaðin.
Hesi sjónarmið standa í beinleiðis andsøgn til sjónarmiðini hjá liberaldemokratunum, sum vilja hava eitt enn tættari samstarv millum Bretland og ES og Evropa sum heild.
Politiskir eygleiðarar í London siga, at innihaldið í brævinum hjá William Hague kann forkoma samráðingunum millum konservativa flokkin og liberaldemokratarnar um stjórnarsamstarv.