Vágatunnilin
Vágar:
?Skráin verður útflýggjað, tá hon er klár. Tað tekur sína tíð, og fyrr enn hon er endaliga fastløgd, vil eg einki siga um, hvat fer at henda.
Soleiðis svaraði stjórin fyri partafelagnum Vágatunlinum, tá Sosialurin fyrapartin hósdagin - fimm dagar áðrenn tunnilin skal latast upp - spurdi eftir skránni fyri hátíðarhaldið.
Frætt er umvegis, at ymiskt skal verða gjørt í samband við, at tunnilin skal latast upp.
Kór og hornorkestur hava vant í mánavís til hátíðarhaldið, og Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum, váttar, at Vágakórið og Vestmanna Sangkór skulu syngja eina kantatu, sum Heini F. Petersen í Sandavági hevur gjørt orð til, og Kári Bæk í Kvívík hevur gjørt lag til. Umframt skal eitt barnakór úr Vágum syngja við tunnilsmunnan, eins og Sørvágs Tónleikarafelag og Vestmanna Hornorkestur í felag skulu framføra okkurt tónleikaverk.
Meira við tunnilsstjórin ikki upplýsa, tí skráin er ikki endaliga avgreidd enn, sigur hann. Hann sigur seg vita, hvat skal henda, men vil ikki upplýsa tað, fyrr enn tað hevur verið runt til viðmerkingar, sigur hann.
Tó viðgongur hann, at eitt bilafylgi skal koyra gjøgnum tunnilin. Sosialurin hevur aðrastaðni frætt, at talan er um eitt fylgi av ellisakførum, sum skal við Ternuni seinasta túr av Vestmanna yvir á Oyrargjógv, haðani fylgið tekur VIP'arar, sum har eru komnir, uppí, og flytir fyrst suður til tunnilsmunnan.
Eftir at snórurin so er kliptur, skal fylgið koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin, runt rundkoyringina í Leynum og vestur aftur, hava vit skilt.
Hvør og hvussu nógv skulu halda røðu, vil stjórin fyri partafelgnum Vágatunlinum ikki upplýsa. Ikki annað enn, at røður verða hildnar. Hann vil heldur ikki uplýsa, hvør skal klippa snórin.
?Skráin verður gjørd endaliga liðug í dag ella í morgin, segði Dávur Reinert Hansen við Sosialin fyrrapartin hósdagin.