Loyniligur heimur: Veitst tú hvat tey ungu gera á Youtube?

Tey flestu vaksnu skilja ikki Youtube heimin, men tey mugu fylgja við.

Flestu foreldur við stórum børnum og tannáringum kenna ivaleyst til tey onkuntíð heldur løgnu youtube brotini, sum hesi hyggja eftir. Tað er altíð munur á ættarliðum, og gamalt er, at tey yngstu koma við nýggjum rákum, sum tey eldru ikki reiðiliga skilja. Men við altíð broytandi tøknini er ein veruleiki, at allur heimurin stendur opin fyri teimum ungu, sum duga at nýta internetið – og kanska betri enn tey flestu vaksnu.

 

Elin Michelsen, sum hevur masterútbúgving í tvørmiðlasamskifti sigur, at tað hevur týdning, at tey vaksnu fylgja við.

 

- Ein góður máti at minka um vandan er at seta filtur á, so at tey ungu ikki sleppa at síggja harðskap, sex og líknandi evni á Youtube, sigur Elin Michelsen.

 

Tí veruleikin er, at tey flestu videobrotini á Youtube eru stutt og tað næsta videobrotið stendur klárt beinan vegin, og tí er skjótt, at Youtube leiðir tey ungu inn á óhóskandi videobrot, um einki filtur er á.

 

Umframt hetta hevur tað týdning at fylgja við í, hvørjum bloggara tey ungu fylgja. Tí á Youtube í dag eru tey mong ung, sum virka sum fyrimyndir fyri onnur.

 

- Superhetjan er deyð og í dag er ótrúliga lætt hjá teimum ungu at velja sær júst tað fyrimyndina, sum umboðar tað tey vilja hava. Tí tað eru nógvir bloggarar á Youtube úr Danmark, USA, Bretlandi og aðrastaðni við, sum tey ungu í Føroyum eisini fylgja, greiðir Elin Michelsen frá.

 

Víðari sigur hon, at tá er tað umráðandi, at tey vaksnu vita áleið hvørji virði tey ungu síggja.

 

- Tá er gott at vita, at teir bloggarar tíni ungu hyggja eftir, ikki vísa ósunnan atburð. Til dømis at genturnar ikki fylgja einari við etingarólag, sum vísir hvussu man kann snýta við matinum. Ella at bloggarin ikki lærir tey ungu at byggja bumbur ella hvat tað kann vera, sigur Elin Michelsen.

 

Tó er hon sannførd um, at tey vaksnu í dag mugu virða nýggju tøkniligu rákini, hóast tey ikki altíð skilja áhugan.

 

- Tað mest umráðandi er, at man sum vaksin tryggjar sær, at Youtube nýtslan ikki fremur skaðiligan atburð. Men tá tað er sagt, so er tað ikki neyðugt, at Youtube nýtslan er beinleiðis heilsugóð. Tað skal bara ikki vera skaðiligt, sigur Elin Michelsen, sum heitir á foreldur og vaksin um at sýna netnýtsluni hjá børnunum áhuga og soleiðis vita, hvat gongur fyri seg.