Serliga tíðindasendingarnar hjá Danmarks Radio og TV2 vóru merktar av Føroyatíðindum. Stórur dentur var lagdur á føroysku mótstøðuna ímóti vitjanini, og javnan róðu tíðindafólkini framundir at ríkisfelagsskapurin var í vanda. Hetta varð tó avsannað í tíðindunum hjá TV2 eftir at Nyrup var niðuraftur komin: Ein Gallup kanning hevði víst, at 75% av føroyska fólkinum er fyri at varðveita ríkisfelagsskapin.
Snævurskygdir politikarar
Tað hevur verið hugstoytt at frætta tíðindi úr Føroyum hesar seinastu dagarnar. Ein orsøkin er tær nógvu faktuellu villurnar í tíðindunum, so sum at løgmaður konsekvent verður nevndur »færøsk statsminister« og at formaður javnaðarflokksins verður nevndur »Jannes Eidesgaard«. Men hetta eru smáting, sum vanligi danski útvarpslurtarin ella sjónvarpshyggjarin ikki verður ørkymlaður av. Verri er tá føroyskir politikarar sleppa framat. Spurdir um viðurskiftini ímillum Danmarkar og Føroya snara teir inn á føroyskan innlendis politik, og geva soleiðis eina fatan av at vera politiskir nalvaskoðara og heimføðingar.
Edmund Joensen og demokratii
Edmund Joensen harmast framan fyri donskum sjónvarpshyggjarum, at føroyskir løgtingslimir ikki duga at bera seg at. Eg havi fyrr í vikuni gjørt eina viðmerking til henda margháttliga atburð, men lat meg taka afturíaftur ? kanska eitt sindur sakligari hesaferð. Grundsjónarmiðið í demokratinum er, at fólkið ræður. Hetta er trupult um »fólkið« er stórt í tali. Fyri at loysa henda trupulleikan er umboðsmannastýri innsett. Fólkið velur nú einstaklingar at umboða seg og vilja sín. Fólkið gevur soleiðis valdu umboðunum eitt mandat, t.e. rætt til sína vegna at taka avgerðir. Tað samlaða mandatið endar soleiðis í lóggávutinginum, sum í Føroyum er Løgtingið. Sætt úr einum demokratiskum sjónarhorni er Løgtingi soleiðis ovasta fólksins umboð í Føroyum. Lóggávutingið velur eina stjórn, sum í Føroyum kallast Landsstýri. Stjórnin tekur sær av dagliga rakstrinum av samfelagnum, men er í einum og øllum undirgivið lóggávutinginum. Landsstýrið er undirgivið Løgtinginum, eins og Løgtingið í seinasta enda er undirgivið Føroya fólki. Tí er tað óhoyrt at løgmaður hartar Løgtingið ella limir tess. Edmund Joensen tykist taka eftir forsetum ymsastaðni í heiminum, men hann gloymir at teir eru valdir av fólkinum. Og eg havi enn ikki hoyrt tann fólkavalda forsetan, sum í einum demokratiskum samfelag hevur hartað fólk sítt. At løgmaður, sum ovasti umsitingarligi leiðari í Føroyum trínur fram í donskum sjónvarpi, og sigur seg vera misnøgdan við ovasta umboð fólksins ? Løgtingið ? kann í mínum høvdi bara hava eina avleiðing: At Edmund Joensen leggur frá sær. Ger hann tað ikki sjálvur, átti Løgtingið at koyrt hann frá. Men hvørki hendir, og virðingin fyri føroyskum politikki fánar.
Einki samhaldsfesti
Eitt annað dømi um vánaligt svar, var tá Finnbogi Ísakson, í donskum sjónvarpi, sat og illgitti um, hvat lá aftanfyri uppskot javnaðarflokksins um sjálvstýrislóg. Danir eru »bedøvandi líkaglaðir« við føroyskan partapolitik (og hví skuldu teir annað?). Tílík álop kunnu ikki skiljast sum annað, enn dømi um væntandi føroyskt samhaldsfestið. Um Løgtingið og limir tess ikki hava so frægt at standa saman um, at partapolitisk kegl kann goymast til gestirnir eru farnir, hvussu í víðu verð ætla Finnbogi Ísakson og Tjóðveldisflokkurin so at heimssamfelagið skal fáast at viðurkenna Føroyar, sum sjálvstøðugan stat?
Loysing ? og hvat so?
Hetta leiðir fram til triðju kæru mína í hesum umfari. Danskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr at lysa tað teir kalla »løsrivelsesbevægelsen« í Føroyum. Í eini ískoytissending til vanligu TV-avísina í DR-TV sluppu tríggir kirkjubømenn fram at mikrofon og myndatóli. Hesir vóru feðgarnir á Kirkjubøgarði, Páll og Jóannes Patursson, og so Tróndur Patursson. Teir tosaðu allir um loysing og frælsi og kúgan, men so heldur ikki so nógv annað. Einki ítøkiligt var sagt um hvussu Føroyar skuldu ella kundu skipast í eini sjálvstýrisframtíð. Einans hetta, at Føroyar vóru undir fremmandum ræði. Ikki eitt orð um, at fólkaviljin í Føroyum ikki er til at loysa. Bara hetta jabbi um at danir vóru harrafólkið, sum ikki vildi geva føroyingum frælsið sítt. Nú skal eg ikki dylja fyri, at eg eri fyri at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt og sjálvstyrandi samfelag. Eg eri fyri, at føroyingar bera so í bandi, at ríkisstuðulin verður burturbeindur. Men eg eri eisini fyri einara demokratiskari skipan í einum frælsum Føroyum. Eg eri fyri at vit skulu hava politivald og dómsvald. Eg eri eisini fyri, at børn míni kunnu fáa skúlagongd og læknahjálp. Eg eri eisini fyri, at tað lítla av tilfeingi, sum er í Føroyum, kemur øllum borgarum í landinum til góða. Her eru nógv mál, sum eg ivist í at øll loysingarhuga eru samd um. Og taka vit so við, at tað eftir øllum at døma einans er 1/4 av fólkinum, sum vil loysing, hvussu kann ein so skuldseta onnur enn Føroya fólk fyri at landið framvegis er partur av danska ríkinum? Hví ikki, ístaðin fyri at nyta nógva orku í eini roynd at geva dønum ringa samvitsku (sum teir kortini ikki fáa), royna at nyta kreftirnar heima í Føroyum? Hví royna Páll, Jóannes, Tróndur, Zacharias og onnur ikki ístaðin at fáa aðrar føroyingar at trúgva uppá, at loysingin ber til? Eg ræðist loysingina, um virðingin fyri vanligum demokratiskum háttalagi er so lítil, sum hon tykist at vera í sonevndu loysingarrørsluni.
Hvat var av samfelagsrevsarunum?
Endiliga fari eg at loyva mær at undrast eitt sindur. Tey árini eg havi verið í útisetu, havi eg kent nógvar lesandi landsmenn, sum gjørdu stór krøv galdandi mótvegis føroyskum myndugleikum. Eitt av stóru málunum hevur verið at skava so nógvar almennar pengar inn undir seg, sum gjørligt. Grundgevingin fyri at biðja pengar hevur verið, at um ikki lesandi útisetar vóru mutraðir við føroyskum pengum, tímdu teir ikki at koma aftur til Føroya eftir loknan lesnað, og soleiðis fór landið at missa almikið. Somu útisetar hava ikki helmað í at geva føroyskum politikkarum av grovfílini, fyri væntandi dugnaskap. Eg hevði tí væntað, at nevndu útisetar, tá teir komu aftur til landa, fóru at bjóða seg fram, at gera tingini øðrvísi. Men skamfái, at endað hesi fólkini í almennum størvum, har tey grava seg niður og halda fram við at liva av tí, sum vanligi arbeiðs- og fiskimaðurin dregur til landið.
Krøv til teirra sum kravdu!
Samanumtikið má sigast, at eftir øllum at døma er langt eftir áðrenn føroyingar eru politiskt búnir til eitt sjálvsstýrið, sum kann metast við tey rundan um okkum. Men um vit halda, at eitt albanskt ella eitt russiskt demokrati er nóg gott mál at seta sær, so er ikki at bíða, men at kappa beinavegin. Eg haldi tó at rættast var, um allir løg-, búskapar- og samfelagsfrøðingarnir, sum føroyskir skattgjaldarar hava givið bróst í lestrartíðini, kvittaðu fyri við loksins at seta sær sjálvum krøv. Hetta kundu teir gjørt við at nyta lærdóm og hegni sítt í seriøsum politiskum arbeiði, ikki sær sjálvum, men samfelagnum at frama. Hvør veit um ikki frælsið og loysingin tá komu heilt av sær sjálvum?
Keypmannahavn 09.01.1998