KRONIKK
Kim Simonsen
»Einki er meiri altjóða, enn hetta at skapa tjóðskaparligar samleikar«
Anne-Marie Thiesse, 1999.
Loysingarhetjur ella sambandshetjur eru fyri søguvísundina ta sama. Loysingarsøga ella sambandssøga eru vísundaliga sæð bæði eins óvísundaligar. Rolf Guttesen og øll onnur burdu sett søguna inn i stórar kontekstir, ið relatera til heimskjak, har t. d. Føroyar bert er dømi millum onnur. Tað sum Rolf og øðrum vanta í hesum kjakinum er frástøða og sakligheit.
Herfyri kom ein bók um Sambandsflokkin, nú hesin varð 100 ár. Sosialurin skrivaði eina grein um hendingina, har yvirskriftin hjá blaðmanninum um at Jóannes Patursson helst var ein meiri spennandi maður enn hesin Sambandsflokkurin, østi geografin og lektaran Rolf Guttensen til at siga, at JP var einki annað enn ein nasistur, ella at hesin hevði slík sjónarmið í 1930unum.
Eg haldi, at tað var nokso ótaktiskt av Rolf at seta alt so upp. Og mangan hevur tað harmað meg, at alt kjak um tjóðarhetjur er á so lágum støði í Føroyum, tí hetta evnið um tjóðarhetjur er altjóða evni innan gransking innan søguskriving (historiografi) og nationalismu, ið eru stór og týdningarmikil øki innan vísindi í dag.
Eitt kjarnuelement i allari gransking innan nationalismu er hugtakið samleiki, og hvussu hesin verður skaptur forhandlaður í og við, at nationalisman verður viðlíkahildin og skapar hendan í eini tjóð. Her spælir søgan (eisini tjóðarhetjur) og hugtakið um minnismentan inn, serliga hugtakið um kollektivt minni. Granskarar arbeiða í dag við tjóðini og nationalismuni, við samleikapolitikkinum, tí ein og hvør tjóðarbygging er ein samleikapolitikkur eisini.
Søgan er skapt
Tjóðir hava verið grundlagdar á sama hátt við einum skaptum tjóðarsamleika og søgu um allan heim.
Í nýggjum tjóðum verður fortíðin brúkt til at skapa ein legitimitet fyri ein samleikapolitikk fyri tjóðina, serliga í tjóðum, ið enn berjast fyri loysing, t. d. í fyrrverandi Russlandi. Hesi londini byggja enn tjóðarsymbol, hetjur, skriva tjóðarsøgu og bókmentir, ið sjálvandi fyri ein part er propaganda, har grannalondini, um tey yvirhøvur koma við, eru nakrar kventrasligar bloytur.
Minnispolitikur
Vit kunnu tosa um »The Politics of Memory«, ið inniheldur lykilin til, hvør, hvat og hvørji skulu ærast, virðast og hvørji skulu hatast, spillast út og hvørji koma við i t. d. søgu- og lesibøkur.
Man skapar eisini tjóðarsøgu við m. a. at gera serligar heilidagar, so sum flaggdag, tjóðardag. Hetta er ikki serføroykst, nærum tvørtur ímóti, so er »einki er meiri altjóða, enn hetta at skapa tjóðskaparligar samleikar«, sigur granskarin Anne-Marie Thiesse.
Tjóðskaparlig mentan verður ikki bert forhandlað og viðlíkahildin, tá tað kemur til Grækarismessu og Flaggdagin, men við øllum møguligum, við navnasiði, við klæðum, mati, tjóðbúna. Hesi fyribrygdi eru ofta bert »skalið« kring eina umfatandi mytologi og eina hugmyndafrøði, ið samleikin so verður settur inn í, sum aftur skal umboða nakað sermerkt, ofta í trá við nakað mergjað og gamalt, og um hetta er nýliga skapt hevur nú minni at siga. Soleiðis endar søgan sum eitt fullblóðs tjóðarsymbol undir liðini á pørtum av mentanin, so sum t. d. flaggið og tjóðsangurin. Og Gud náði hana, ið setur spurnartekin við flaggið, tjóðsangin ella søguna (ella Jóannes Patursson). Soleiðis er tað helst enn í Føroyum, men soleiðis var tað eisini fyrr í øðrum londum, at søgan var ikki søga, um vit skilja hesa sum vísindi, men søga var ein partur av politiska yvirbygninginum og av samleikanum.
Ein partur av hesi søguni er hetta við at skapa hetjur og beist. Um søgan verður skapt í 19. øld ella nú í 21 øld, so sær man, at hesir tjóðarbyggjarar verða at enda sjálvi gjørd til hetjur, ella tey gera seg til hetjur.
Glasmontran fyri tjóðarhetjur
Í Usbekistan hava tey útskift russiskar hetjur við anti-russiskar tjóðarhetjur, og tey hava leitað sær fram í einari rættuliga tilvildarligari mytiskari søgu, nøkur ófør fólk, ið umboða okkurt ur-etniskt, ið hesin serligi samleikin skal eitast at umboða. Um hesir gomlu kongar í veruleikanum kanska umboðaðu alt tað øvugta, er ikki so umráðandi. Hesi verða nú sett upp á ein stabba, og kunnu her eftir ikki rørast.
Granskarin Mohira Suyarkulova, ið arbeiðir í Onglandi, men er úr Usbekistan førdi fram í London herfyri á eini heimsráðstevnu fyri nationalismu og søguskriving at:
1. Tjóðarhetjur ongantíð eru religiøsir leiðarar (so kanska Lucas Debes fellur fyri hesum kravinum, hetta kemur helst av, at nationalisman er ein modernað rørsla, ið m. a. ger upp við valdið hjá Kirkjuni.)
2. Tjóðarhetjur eru teir menn, ið bardust móti fíggindanum, ella skipaðu fyri loysing.
3. Tjóðarhetjur eru ikki flytifuglar ella útlendingar (í Føroyum, serliga ikki danir).
4. Tjóðarhetjur eru ikki kvinnur. (Her sær man, at kvinnukúgandi virði frá eldri tíð verða fastfryst í tíð).
Tað er enn so, at elitan hevur skapt søguna, ti hon skal geva sær sjalvum legitimitet - við at monopolisera eina tjóðarsøgu, skapar hendan eitt valdsamboð, ið aftur kann viðlikahalda og skapa ein serligan samleika.
Frástøðan er alneyðug
Tað er umráðandi, at søgufrøðingar, mannfrøðingar og fólkalívsfrøðingar og onnur, ið arbeiða við nationalismu og nationalismugransking eru vísundalig og saklig, eg haldi ikki Rolf føra eina sakliga ákæru fram mótvgis Jóannes Patursson, hann hevur kanska rætt(?), men greinin stendur og fellur sum ein stórur pástandur, ið ikki røkkur út yvir hamrandi óvísundaligu føroysku polariseringina millum loysingarfólk og sambandsfólk.
Loysingarhetjur ella sambandshetjur er fyri mær tað sama. Loysingarsøga ella sambandssøga eru, vísundaliga sæð, báar eins óvísundaligar.
Rolf og øll onnur burdu sett søguna inn í ein størri kontekst, ið relaterar seg til heimskjak, har t. d. Føroyar bert er ein partur av ástøðini, eitt dømi millum onnur.
Nationalismugransking er ikki nationalistisk ella anti-nationalistisk, hon her er alt loyvi, uttan lygn, fanatisma og nationalisma.
Problemið er ofta, at fólk mangan onga frástøðu hava til teirra egna nationalitet. At tey sum granska í hesum verða sum akademikarar og granskarar altið koyrd i bás innan sambands/loysing hvat hetta ikki snýr seg um. At folk ikki vita nakað um nationalismugransking. At elitan fekk vald til at fjala tjóðskaparligu myturnar við at skriva læru- og søgubøkur, antologiir og við at tiga allar aðrar søgur i hel, ið byggja á meiri positivistisk ideal, ella onnur ideal, enn tjóðarsøguskrivingina.
Hendan gransking inniheldur góðgerandi, fólkaræðislig og spotlights brend niður í kollektiva minnið, minnismentanina, søguna, samleikapolitikkin og samleikan. Og sjálvandi valdið til at definera nakað, skapanina av tjóðarhetjum, minnisvarðum, bygningum. Ja alt sum vit seta á t. d. frímerki og pengaseðlar, uttan at seta spurnartekin við.
Søga er kjarnin í eins sjálvsfatan, eins kollektiva minni er sum minnið hjá einum personi, nakað, ið definerar personin allan vegin.
Eitt tjóðskaparligt plott?
Tað er ikki so áhugavert, um Magnus Heinason var ein sjórænari, ella myturnar um Nólsoyar Páll, kanska er tað heldur ikki áhugavert um Jóannes Patursson damdi nasistar ella ei, men at tjóðir um øll lond hava teirra hetjur, teirra fíggindar og teirra idealu myndir av hvør er nakað, hvør best umboðar tjóðina, bardagan hjá tjóðini. Tað sum er áhugavert er, hvussu hetta hendir, hvør skipar fyri hesum og hvussu.
Sum vit kenna føroyska søguskriving, so snýr hon seg (í minni mun) um at finna fram til ein sannleika, tí so leingi føroysk søga er eitt politiskt fyribrigdi, sum ein avgerandi partur av politisku tjóðarbyggingini og av samleikapolitikkinum, so er torført, at fáa ein annan standard fyri søgu í Føroyum enn hann, vit kenna nú.
Søgan og serliga føroyska søgufatanin og minnismentanin er gjøgnum politiserað (kjakið um Jóannes Patursson er besta dømi um tað), vit kunnu tosa um ein føroyskan minnispolitikk, tí minni (skapt ella ikki) skal brúkast til at legitimera eina tjóðskaparliga sjálvsfatan og eina tjóðarbygging, ið tænir makthavarum, ið ofta finnast at teimum, ið royna seg við veruligari vísindi veruligari søguskriving. At seta sambandshetjur inn í staðin fyri, ella javnaðarhetjur vildi ikki framt kjaki, ella vísundina.
Millum manna í Føroyum er mangan so illa stætt, at politiska polariseringin er øgilig, øll verulig ástøðilig perspektiv fráverandi og tí er almenna søgufatanin á einum slíkum støði, ið vildi svara til, at Konservativ Folkeparti ella Danski Javnarflokkurin hevði skrivað danska søgu.
Soleiðis fer opið kjak fyri skjeyti, soleiðis steingir opna samfelagið, ið Karl Popper tosaði um, seg sjálvt um tøgnina. Soleiðis rotna vísundalig ideal um opinleika innanifrá.
Søgan skal ikki verða ørindasveinurin hjá nakrari rørslu, politikki ella trúgv, líkasum øll onnur vísindi skal hon yvirhøvur ikki lurta eftir, hvat politikarar og maktin heldur um hana.
Keldur:
Pierre Nora, »Between Memory and History: Les Lieux de Memoire, Representations 26« (1989)
Michael Schudson, »Dynamics of Distortion in Collective Memory«, Í D.L. Schacter (red.), Memory Distortion (Harvard UP, 1995)
Maurice Halbwachs (1925/1992). »The Social Frameworks of Memory«, Í Halbwachs, On Collective Memory, L.A. Coser (red.) (Chicago U.P.).
J. Gillis (ed), Commemorations (Princeton U.P., 1994)