Stjórarnir í teimum stóru norsku peningastovnunum fingu rættiliga góða lønarhækking í fjør, skrivar Dagens Næringsliv.
Ta størstu lønarhækkingina fekk Finn Haugan, sum er stjóri í Sparbank 1 Midt-Norge. Í 2004 fekk hann 1,87 millión krónur í løn, men í fjør var lønin 2,21 milliónir krónur, og harumframt fekk hann 1,16 millión krónur sum samsýning fyri, at bankin hevði eitt gott ár í fjør, so hansara lønarhækking var heili 75 prosent.
Í meðal fingu teir norsku bankastjórarnir 14 prosent meiri í løn í fjør enn í 2004.
Best løntur er stjórin í Storebrand Bank, Per Kumle. Hann fekk 6,8 milliónir krónur í løn í fjør, og tað var 16 prosent meiri enn árið fyri. Næstur honum er Svein Aaser, stjóri í DnB Nor, sum fekk 6,125 milliónir krónur inn á lønarkontuna í fjør.