Loysir seg ikki at koyra við kenning

- Tíbetur vísir tað seg, at fólk sum heild lata bilin standa, tá tey fara í býin, og soleiðis er at vóna, at okkara átøk eisini hava ein fyribyrgjandi virknað, sigur løgreglan.

 

Nú vit eru í desember, og jólini nærkast, er hetta eisini háárstíð fyri jólafrokostar. Tískil er løgreglan eisini rættiliga úti um seg, serliga um vikuskiftini.

 

- Vit gera málrættaðar kanningar fyri at vita, um alt er í lagi, og hesar kanningar eru ikki bara um kvøldarnar og um náttina, tá fólk eru í býnum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilførarar kunnu renna seg í slíkar kanningar allan sólarringin - eisini um morgnarnar og gjøgnum dagin. 

 

- Tíbetur vísir tað seg, at fólk sum heild lata bilin standa, tá tey fara í býin, og soleiðis er at vóna, at okkara átøk eisini hava ein fyribyrgjandi virknað.

 

Leygarkvøldið tók ein bilførari sær kortini óráð fyri.

 

- Tá vísti tað seg nevniliga, at ein bilførari, sum gjørdist partur av okkara átaki hetta kvøldið, koyrdi ávirkaður, sigur vaktleiðarin.